Tiltak

ley. 27. apr. kl. 13.00

Søguløta v/ Hjálmar Dam á Bókasavninum við Løkin

Leygardagin kl. 13 verður ein søguløta á bókasavninum við Hjálmari Dam. Hann fer at lesa søguna "Mítt botnlív" um ein einsamallan axolotl sum leitar eftir vinum. Øll eru hjartaliga vælkomin í søguløtu.

Bókasavnið skipar fyri hesari søguløtuni í sambandi við, at tað er vika 17. Hesa vikuna varpa bókasøvnini ljós á tey 17 heimsmálini, har tað millum annað verður lagdur dentur á at fara væl við umhvørvinum og lívinum á jørðini. Søgan "Mítt botnlív" verður lisin upp á bókasøvnum kring landið hesa vikuna - ma. í Gøtu, Nólsoy, Klaksvík, Kvívík, Runavík, Tórshavn, Vági og Vestmanna. 

 

Byrjar klokkan:

13:00

Endar klokkan:

01:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo