Tiltak

sun. 21. apr. kl. 19.00 - 20.00

Vinnararnir av ársins skrivikapping

Fyri fjórðu ferð verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður 21.-28. apríl. Í ár eru ummæli á breddanum, og vinnararnir eru funnir og verða kunngjørdir sunnukvøldið 21. apríl á Bókasavninum við Løkin. Borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, Bjørt Holm fer at spæla tveir satsir á cello og so verða virðislønirnar handaðar og vinnandi ummælini verða lisin upp. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við tónleiki og skaldskapi

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.

---

Reglur fyri skrivikappingina:

Høvuðsteksturin skal vera á føroyskum, og skal vera atkomuligur fyri dómsnevndini.

Høvuðsteksturin kann vera bókmentir av øllum slag, tó skal tað vera eitt heildarverk, sum td.

stuttsøgusavn, yrkingasavn, skaldsøga osv.

Høvuðsteksturin skal vera útgivin í 2020 ella seinni.

Ummælið skal vera í mesta lagi 1200 orð, og skal ikki áður vera lagt alment fram.

Virðislønir:
Latnar verða 1. og 2. virðisløn á ávíkavist 8.000 og 6.000 kr, umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, sum ummælir eitt verk, ætlað til ung. Hendan virðislønin er 6.000 kr.

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

---

Fyri at kveikja áhuga, kreativitet og íblástur, vóru tvey tiltøk fyriskipað upp til innlatingarfreistina:

Mánakvøldið 12. februar kl. 19 var kveikingarkvøld á Bókasavninum við Løkin.

Dania Tausen og Marna Jacobsen tosaðu um ummæli og tað at ummæla.

Eisini vóru tvey skriviskeið hildin á Bókasavninum við Løkin. Talan var um tvey eins skeið leygardagin 24. og sunnudagin 25. februar kl. 14-17. Paula Gaard hevði skiviskeiðini. 

Byrjar klokkan:

19:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo