vinnarar

Teknikapping á bókasavninum við Løkin

on maj 27 | in Breddin | by | with No Comments

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, høvdu vit aftur í ár eina teknikapping.

Í ár var evnið Grímur Kamban. Kappingin var deild upp í tveir aldursbólkar – 1.-4. flokk og 5.-9. flokk

Tað var stuttligt at fáa so nógvar góðar tekningar inn – og vit komu fram til at Gylta Dam á Neystabø og Miriam Kass Kristiansen hava vunnið.

Tær báðar fáa hvør sítt gávubræv frá Bókabúðini í Saltangará. Vinnaratekningarnar verða eisini gjørdar til bókamerki, sum vit geva út á bókasavninum.

Framsýning av øllum innkomnu tekningunum er á Bókasavninum við Løkin, opið yrkadagar frá kl. 13-18

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top