Barnavalið 2019 fb2

Úrslit av barnavalinum 2019

on september 5 | in Breddin | by | with No Comments

So er liðugt talt hjá okkum eisini, og vit hava ein vinnara:

Luddi og Lundisa! Fittu lundarnir við vallyftinum: “Nei til náttúrudálking” vóru favorittarnir, og teir fingu 53 atkvøður.

Í alt 311 børn hava greitt atkvøðu á Bókasavninum við Løkin og Skúlabókasavninum á Glyvrum.

Nú verða tølini send til Býarbókasavnið – og so verður spennandi at síggja hvør hevur fingið flest atkvøður um alt landið!
Vit takka fyri atkvøðurnar og áhugan – og ynskja sigursharrunum til lukku!

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top