Fólkabókasavnið

Meira enn ein bókagoymsla

Umframt at røkja tilfarsstovnin og geva atgongd til tilfar umvegis netið, so leggja vit stóran dent á, at menna umstøður til ymiskt og fjølbroytt virksemi. Tað verið seg bæði í sambandi við arbeiðið og frítíð. Til dømis til tín, sum hevur tørv á einum arbeiðsstaði at sita og lesa ella skriva, hava vit góðar arbeiðsumstøður. Bókasavnið skipar eisini regluliga fyri tiltøkum, so sum fyrilestrum og framsýningum. Vit síggja stórt virði og møguleikar í samstarvi við onnur feløg og borgarar. Vit leggja tí fegin høli til tiltøk, sum onnur fyriskipa, og sum hava innihald, sum ikki stríðir ímóti okkara endamálsorðing.

Bókasavnið hevur til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm, mentanarligt virksemi og at geva fólki upplivingar. Avbjóðingin er at skapa samband millum menniskju og at umskapað informatión til vitan. Hetta gera vit á sjálvum bókasavninum og umvegis netið.

Á bókasavninum við Løkin arbeiða tvey fólk: Conny Rasmussen, hjálparfólk og Svend Højgaard, leiðari.

Dagliga hava vit gott samstarv við skúlabókavørðarnar Lenu Jacobsen og Anju Pálsdóttir.

 

Okkara felags bókasavn

Tað er okkara ynski og vón at tilboð og umstøður á bókasavninum verða til stórst møguligt gagn og gleði fyri flest møguligar borgarar.

Vælkomin á bókasavnið! – Og minst til at vit hvønn dag bjóða ókeypis drekkamunn :-)

on februar 22 | by

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

Scroll to top