Lánitreytir

Tilfar til vaksin

Bókasavnið hevur flest allar føroyskar bøkur og eitt stórt úrval av útlendskum føgrum bókmentum og yrkisbókmentum. Vit hava eitt úrval av føroyskum og útlendskum tíðarritum.
Vit halda allar føroyskar og nakrar útlendskar avísir.
Føroysku ljóðbøkurnar hava vit nærmast allar. Ljóðbøkurnar eru á bandi, fløgum og á dvd. Bond verða tó ikki keypt longur.

Tilfar til børn

Á barnabókasavninum eru bøkurnar býttar upp til ymiskar aldursbólkar. Eitt øki er til yrkisbøkur fyri børn, eitt til fagurbókmentir á føroyskum og eitt til fagurbókmentir á donskum. Eisini hava vit nakrar enskar fagurbókmentir til børn. Í smábarnaøkinum eru mynda- og peikibøkur savnaðar, – flestar á føroyskum.

Lánarakort fært tú ókeypis á bókasavninum

Fyri at kunna læna tilfar frá bókasøvnum, er neyðugt at skráseta seg í skipanini og fáa eitt lánarakort. Lánarakort frá øðrum bókasøvnum í Føroyum kunnu eisini brúkast á Bókasavninum við Løkin. Fyri at fáa lánarakort kann samleikaprógv krevjast. Havið altíð lánarakortið við. Lánarakortið er persónligt, og lánarin hevur ábyrgd av tí, ið lænt er. Um lánarakortið verður burtur, kann bókasavnið krevja gjald (30 kr.) fyri at útvega eitt nýtt. Vinarliga boðið okkum frá, um bústaður ella annað verður broytt.
Dagstovnar, felagskapir og feløg kunnu fáa lánarakort. Tá skal leiðarin biða um kortið, og hevur hann ábyrgd og endurgjaldsskyldu í mun til møguliga burturmist tilfar. Børn undir skúlaaldur fáa ikki egið lánarakort. Tann vaksni, sum barnið er í fylgi við, kann læna fyri barnið og tekur soleiðis ábyrgd av láninum.

Lánitíðin og endurnýggjan av láni

Lánitíðin er vanliga ein mánaður. Um eingin annar hevur bílagt tilfarið, kann lánið endurnýggjast, tó í mesta lagi 3 ferðir. Endurnýggjan kann gerast heimanífrá umvegis www.bokasavn.fo við at rita inn. Lánaranummarið er tølini á tínum lánarakorti, og hevur tú ikki valt nýtt loyniorð, so er hetta ivaleyst tey 4 seinastu tølini í lánaranummarinum. Eisini ber til at venda sær til bókasavnið fyri at fáa endurnýggja lán. Verður farið út um lánitíðina, kann sekt leggjast á. (Sí yvirlit niðanfyri)

Bílegging

Er tilfarið útlænt til annan lánara, so ber til at koma á bíðilista. Eisini ber til at bíleggja bøkur og annað tilfar frá øðrum føroyskum bókasøvnum umvegis www.bokasavn.fo ella við at venda sær beinleiðis til bókasavnið. Fráboðan verður send lánaranum, tá tað bílagda tilfarið er tøkt.

Sjálvgreiðsla heimanífrá

Á heimasíðuni www.bokasavn.fo ber til at leita eftir tilfari á bókasavninum og bíleggja tað. Hetta er tilfarsgrunnur hjá øllum føroyskum bókasøvnum. Eisini ber til at avmarka leitingina til Bókasavnið við Løkin. Her kanst tú eisini endurnýggja tíni lán. Rita inn við kortnummari og loyniorði fyri at síggja tíni lán.
Tilfarið hjá Býarbókasavninum í Havn sæst tó ikki har, men á www.bbs.fo.

Fjarlán

Ynskir tú at læna tilfar, sum bókasavnið ikki eigur, royna vit at útvega tilfarið frá einum øðrum føroyskum bókasavni. Finst tilfarið ikki í Føroyum, mugu vit hesa fyrstu tíðina vísa til Landsbókasavnið (www.flb.fo), Býarbókasavnið í Havn (www.bbs.fo) ella Klaksvíkar bókasavn (www.kb.fo), sum kunnu bíleggja úr hinum Norðurlondum.

Býrt tú ikki í Føroyum?

Fólk, sum búgva í einum øðrum Norðurlandi, kunnu læna okkara tilfar umvegis bókasavnið í tí kommununi, har tey búgva.

Bókaberin

Hevur tú trupulleikar við at koma á bókasavnið vegna varandi sjúku, brek ella tí, at tú ert komin til árs, bjóða vit okkum at bera bøkurnar heim til tín. Set teg í samband við bókasavnið og fá eina avtalu.

Sekt

Verður farið út um lánitíðina kann bókasavnið leggja sekt á. Skipanin er henda:

Fyri tilfar, innlatið 1 til 14 dagar ov seint, verða 20 kr. at gjalda.
Verður farið meira enn 14 dagar út um lánitíðina, verða 30 kr. at gjalda.
Hetta er galdandi, hóast áminning ikki er send/móttikin.

Endurgjald

Endurgjald kann krevjast fyri lænt tilfar, sum ikki verður afturborið, og somuleiðis fyri oyðilagt og burturmist tilfar.

Okkara felags bókasavn

Tað er okkara ynski og vón at tilboð og umstøður á bókasavninum verða til stórst møguligt gagn og gleði fyri flest møguligar borgarar.

Vælkomin á bókasavnið! – Og minst til at vit hvønn dag bjóða ókeypis drekkamunn :-)

on marts 27 | by

Comments are closed.

Scroll to top