Ársfrágreiðingar og tiltøk

Ársfrágreiðingar og yvirlit yvir tiltøk farin ár.

Bókasavnið læt alment upp í nýggjum hølum við Løkin tann 22. august 2012.
Í bygninginum húsast tríggir stovnar: Runavíkar kommunuskúli, Løkshøll og Bókasavnið við Løkin.

 

Ársfrágreiðing fyri 2016

Tíð at skerpa virksemið

Tað eru gott og væl fýra ár síðan at fólkabókasavnið í Runavíkar kommunu lat alment upp í bygningi, har Skúlin við Løkin og Løkshøll frammanundan halda til. Bókasavnið við Løkin hevur havt eitt fjølbroytt og nýskapandi virksemi hesi árini. Innihaldið er ment út frá spurninginum um, hvønn leiklut bókasavnið kann átaka sær í verandi lokalsamfelagi fyri ´at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi´, soleiðis sum bókasavnslógin fyriskrivar.

Nógv ymiskt virksemi hevur verið roynt hesi árini, og tað mesta hevur eydnast væl. Men 2016 bleiv tó árið har bókasavnið lyftið fótin av speedaranum og leitaði innaftur til kjarnuuppgávurnar og tað meira siðbundna bókasavnstilboðið. Við einum starvsfólkahópi á tvey fólk noyddust vit at raðfesta og ansa eftir ikki at missa fótafestið í berari nýhugsan og nýggjum tilboðum. Vit hava tørv á at finna okkara pláss, bæði sum sjálvstøðugur stovnur undir somu lon sum skúlin og Løkshøll, og sum stovnur í vitanar- og mentanarlandslagnum í kommununi. Sostatt er tíðin nú komin, at vit skerpa okkara leiklut og virksemi.

Fyri at eydnast við einum nágreiniliga orðaðum leikluti og settum málum, krevst at lokalu politikararnir luttaka í tilgongdini og taka undir við tí, sum bókasavnið velur til og velur frá. Tí um málini eru nóg visioner, so kann tað m.a. krevja broyttar ella aðrar hølisumstøður. Haraftrat krevst framhaldandi gott samstarv við skúlan og Løkshøll.

Afturvendandi tiltøk

Hóast virksemið í 2016 var lakari enn frammanundan, so var ymiskt á skránni. Hesi afturvendandi tiltøk vóru:

LESIRINGUR í samstarvi við Bókasavnið í Nes kommunu. Eini 15-20 luttakarar hittust uml sættu hvørja viku og bókasøvnini bæði skiftust um at vera vertir. Hetta virksemið byrjaði á heysti í 2013 og hevur eydnast sera væl.

FJARLESTUR OG LESTRARUMSTØÐURNAR ynskir bókasavnið at menna nógv meira. Í løtuni er eitt samstarv við Fróðskaparsetur Føroya. Lesandi til lærara og pedagog á fyrsta ári hava eini tvær ferðir um vikuna sitið í fundarhølinum í Bylgjuni, har videofundarútgerðin í løtuni stendur. Tey lesandi fáa soleiðis undirvísing umvegis internetið og stórskerm. Onnur hava eisni brúkt útgerðina til fundir, lestrarvegleiðing og starvssetanarsamrøðu. Bókasavnið heldur ikki at hetta eru nøktandi umstøður til at menna eitt rættiligt vitanar- og lestrarumhvørvið. Tískil ynskir bókasavnið at finna eina loysn á hesum saman við sitandi býráði.

SKEIÐ Í FORRITAN fyri børn og ung var fyrru helvt av 2016. Hetta var í samstarvi við Kvøld og Ungdómsskúlan í Runavíkar Kommunu. Her hittust eini 20 dreingir og gentur frá 6. til 10. flokk hvønn hósdag frá kl 16 til 18. Eftir summarfrítíðina var tó ikki nøktandi undirtøka fyri at byrja aftur.

SAMBINDING er ein altjóða bindiklubbi, sum Reyði Krossur Føroya og kvinnur á Skálafjørðinum skipaðu fyri á bókasavninum við Løkin annaðhvørt hóskvøld. Hetta byrjaði í januar 2016 og breiddi seg skjótt eisini til onnur bókasøvn kring landið. Undirtøkan var góð, tí tað møttu millum 10 og 30 kvinnur hvørja ferð við bæði føroyskum og fleiri ymiskum útlendskum upprunum.

ELDRADAGAR vóru í samstarvi við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu. Hetta vóru almenn týsdagstiltøk har eini 40 eldri hittust til ein fyrilestur, sang, drekkamunn og prát umleið sættu hvørja viku. Hetta datt niður fyri eftir summarfrítíðina. Men er avgjørt ynskiligt at fáa í gongd aftur.

Fjøltáttaður mátistokkur

Ársskiftið er tíðin har eftirmetingar verða gjørdar. Bókasøvn meta um sítt virksemi eftir einum fjøltáttaðum mátistokki. Vit hyggja vanliga at hagtølum fyri bókaútlán og tal av vitjandi. Men bókasavnsvirksemi í dag er meira fjøltáttað enn fyrr, og meira verður gjørt burturúr øðrum virksemi, sum eisini fremur endamálið hjá bókasavninum. Farnu árini hevur Bókasavnið við Løkin m.a. lagt seg eftir at skapa samstørv við feløg, stovnar og borgarar um afturvendandi tiltøk. Talan er um fjølbroytt virksemi fyri ymiskar málbólkar. Haraftrat hevur bókasavnið verið ein opin pallur til onnur áhugað, at skipa fyri fundum, framløgum, konsertum o.l. Listin yvir tiltøk er fjølbroyttur og kann síggjast á lokin.fo.

Útlánið er støðugt

Á Bókasavninum við Løkin eru bæði skúlabókasavn og fólkabókasavn. Samlaða útlánstalið er nakað hægri í 2016 enn í 2015. Men samanbera vit við 2014 og árini frammanundan, so er støðið ájavnt við 2016.

Samlaða talið fyri skúlan og almenna útlánið er 13.361 í 2016 í mun til 10.578 í 2015. Her er samanlagt ein øking á uml. 3.000 útlán. Støðið í 2016 svarar tó væl til støðið fyrraárið í 2014.

Fólkabókasavnið hevði eitt útlán í 2016 á 2.860 í mun til 2.976 í 2015.

Tað sæst at broytingin í útláninum serliga stavar frá útláni í skúlanum. Skúlabókasavnið hevði eitt útlán í 2016 á 10.501 í mun til 5.800 í 2015. Men her skal sigast, at orsaka av serligum umstøðum á skúlabókasavninum var 2015 væl lakari enn árini frammanundan. Síggja vit burtur frá 2015, og samanbera heldur við 2013 og 2014, so eru útlánstølini støðug.

Samanumtikið eru vit nøgd við útlánstølini, men vóna og vænta at tølini hækka sum frálíður.

Bókasavnið hevur eina heimasíðu á www.lokin.fo .
Upplatingartíðirnar á almenna fólkabókasavninum eru mánadag til fríggjadag frá kl 13.00 til 18.00.

8. mars 2017

Svend Højgaard, leiðari
Bókasavnið við Løkin

 

Tiltøk í 2016

Yvirlit er ávegis

 

 

 

 

 

Ársfrágreiðing fyri 2015

Metnógv tiltøk, og javnt útlán

Bókasavnið við Løkin hevur í 2015 lagt seg eftir at fyriskipa fjølbroytt og afturvendandi tiltøk í samstarvi við áhugaðar partar. Og serliga hevur dentur verið lagdur á at menna tilboð, sum onnur ikki bjóða, og sum ikki er í økinum frammanundan. Alt hetta í tráð við endamálið hjá bókasavninum, sum er at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.

Ársskiftið er tíðin, har eftirmetingar verða gjørdar. Bókasøvn meta um sítt virksemi eftir einum fjøltáttaðum málistokki. Vit hyggja vanliga at hagtølum fyri bókaútlán og tal av vitjandi. Men bókasavnsvirksemi í dag er meira fjøltáttað enn fyrr, og meira verður gjørt burturúr øðrum virksemi, sum eisini fremur endamálið hjá bókasavninum.

Farna árið hevur Bókasavnið við Løkin m.a. lagt seg eftir at skapa samstørv við feløg, stovnar og borgarar um afturvendandi tiltøk. Talan er um fjølbroytt virksemi fyri ymiskar málbólkar. Haraftrat hevur bókasavnið verið ein opin pallur til onnur áhugaði, at skipa fyri fundum, framløgum, konsertum o.l. Listin yvir tiltøk er langur og kann síggjast á lokin.fo.

Tey afturvendandi tiltøkini, sum bókasavnið serliga hevur lagt dent á í 2015, eru lýst niðanfyri.

LESIRINGUR er í samstarvi við Bókasavnið í Nes kommunu. Eini 20 luttakarar hittast uml sættu hvørja viku og bókasøvnini bæði, skiftast um at vera vertir. Hetta heldur fram í 2016.

FJARLESTUR er í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Eini 10 læraralesandi á fyrsta ári sótu í kjallaranum á gomlu politistøðni í Runavík hvønn mánadag og mikudag. Tey fingu undirvísing umvegis internetið og eina videofundarútgerð, soleiðis at undirvísarin og tilfar sást á stórskermi í Runavík. Hetta heldur eftir ætlan eisini fram í 2016.

SKEIÐ Í FORRITAN fyri børn og ung var í ár í samstarvi við Kvøld og Ungdómsskúlan í Runavíkar Kommunu. Her hittust eini 20 dreingir og gentur frá 6. til 10. flokk hvønn hósdag frá kl 16 til 18. Luttakararnir vóru frá fleiri bygdum og býum kring allan Skálafjørðin, men eisini td. úr Hósvík, Havn, Gøtu og Klaksvík. Hetta var annað árið at skeiðið varð, og vænta vit at tilboðið verður aftur í 2016.

SUMMARTÓNAR er Føroya elsti tónleikafestivalur við konsertum kring alt landið. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum skipa fyri, og í 2015 fekk bókasavnið við Løkin høvið at taka ímóti 5 summarkonsertum. Hetta samstarv ynskja vit at halda fram við.

MENTANARVIKAN SKÝMING er árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu. Bókasavnið hevur tætt samstarv við Løkshøll um virksemið hesa vikuna í oktobur, og geva stovnarnir soleiðis sítt ískoyti til samalaðu skránna.

ELDRADAGAR er nýtt samstarv, sum bókasavnið hevur fingið við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu. Hetta eru almenn týsdagstiltøk har eldri hittast til ein fyrilestur, sang, drekkamunn og prát umleið sættu hvørja viku. Undirtøkan er sera góð, og er ætlanin at halda áfram við hesum.

SAMBINDING – ALTJÓÐA BINDIKLUBBI. Í desember 2015 hevur bókasavnið eisini tikið av tilboði um samstarv við kvinnur á Skálafjørðinum og Reyða kross Føroyar, um at leggja høli til ein altjóða bindiklubb. Hetta fór av bakkastokki í januar 2016.

Samstarv millum skúlan, Løkshøll og bókasavnið.

Tríggir sjálvstøðugir stovnar, sum samstarva nógv og væl, eru í sama bygningi við Løkin. Talan er um Skúlan við Løkin, Løshøll og Bókasavnið við Løkin. Bókasavnið við Løkin er bæði skúla- og fólkabókasavn, og er soleiðis ein partur av skúlanum og eitt amboð í gerandisdegnum hjá lærarum og næmingum. Fólkabókasavnið stendur fyri tí almenna virkseminum. Løkshøll er eisini undir somu lon, og er nógv samstarv millum bókasavnið og Løkshøll. Serliga tá størri tiltøk eru, sum t.d. undir mentanarvikuni, tá vit royna at tey vitjandi skulu uppliva okkum sum eitt samla mentanarhús. Hetta trýpartasamstarvi ynskja vit at menna og styrkja framyvir.

Javnt alment útlán

Verður hugt at hagtølum fyri útlán, so kunnu vit staðfesta, at almenna útlánið av bókum er nøkunlunda javnt í mun til undanfarna ár. Men útlánið til fólkaskúlanæmingar er lækkað nógv.

Samlaða útlánið í 2015 fyri bæði skúla- og fólkabókasavnið var 10.578, og var hetta talið 13.538 í 2014. Almenna útlánið til vaksin og lesandi var 2.976 í 2015, og var hetta talið 3.213 í 2014. Tvs. ein lítil lækking á 237 bøkur. Skúlanæmingar læntu 5.800 bøkur í 2015 í mun til 8.269 bøkur í 2014. Hetta er eitt stórt tal, og hevur ymiskar orsøkir, so sum broytingar í undirvísingarkrøvum, upplatingartíðir o.a. Samlaði bókastovnurin við Løkin og á Glyvrum øktist frá 30.698 eintøkum í 2014 til 32.097 í 2015.

Samanumtikið eru vit nøkunlunda nøgd við talið fyri almenna útlánið, men kundu ynskt at skúlalánini vóru fleiri.

Gott mót

Samanumtikið eru vit væl nøgd við 2015. Vit ætla at halda fast við tey afturvendandi tiltøkini og styrkja hesi samstørv. Tað er eisini átrokandi at finna ein lagaligan leist, so at bókasavnsrúmið betri kann nøkta tørvin hjá skúlanum, Løkshøll og fólkabókasavninum – og hjá teim tíggjutals málbólkum, sum hesir stovnar venda sær til. Hetta hevur hægstu raðfesting í 2016.

10. mars 2016

Svend Højgard, leiðari

Bókasavnið við Løkin

 

Tiltøk í 2015

Fyrra helvt av 2015
Rás 2 sendi beinleiðis útvarpssamrøður tveir tímar um vikuna úr Runavík, og ofta av bókasavninum.

Fjarlestur. Lesandi á fyrsta ári til lærara og námsfrøðing á Fróðskaparsetur Føroya møttu í Runavík 2-3 ferðir um vikuna, og fingu undirvísing umvegis internetið á stórum skermum. Eisini onnur lesandi brúktu útgerðina og hølini. Bókasavnið samskipaði hetta tilboð í kjallaranum á gomlu politistøðini, og var tað serliga vetrarmánaðirnar.

5. januar
Sernám hevði skeið í fjarlestrarhølunum.

8. januar
Felags lesiringurin hjá Bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin hittist í Runavík. Upp móti 40 luttakarar eru á listanum, harav eini 20-30 møta regluliga uml. sættu hvørja viku.

Skeiðið í forritan fyri børn og ung byrjar aftur eftir jólasteðgin. Eini 40 luttakarar úr fleiri ymiskum bygdum og býum møta trúliga hvønn hósdag.

21. januar
Nordregio hevði verkstovu á bókasavninum, har luttakarar úr øllum bygdum í kommununi luttóku. Evnið var avbjóðingar hjá útjaðarasamfeløgum í Norðurhøvum.

16. februar
Handilsmiðdepilin hevði endurstovningarfund.

19. februar
Lesiringurin hittist á Toftum.

26. februar
Námsfrøðiligt skeið. Angela Petersen skipaði fyri skeiði á bókasavninum, um hvussu tú brúkar KAT-kassan í gerandisdegnum.

Mitt í mars
Skelting. Bókasavnið fekk nýggj litrík skeltir. Hesi eru sett á inngongdina, á reolir, á hurðar og nøkur hanga úr loftinum. Tað sær snotiligt og lívsjáttandi út, samstundis sum tað gevur teimum vitjandi møguleika at fáa yvirlit og finna runt.

16. – 27. mars
Málningaframsýning. Í sambandi við sólarmyrkingina tann 20.mars hevði bókasavnið eina málningaframsýning á bókasavninum har fimm av lokalu málarunum sýndu fram. Tey vóru Jóannes S. Hansen, Hilmar J. Højgaard, Kára Løkin, Harry Knudsen og Jørgin Olsen. Edmund Williamson læs yrkingar og sangur var eisini á skránni. Hetta var partur av stórri skrá, sum kunningarstovan samskipar í sambandi við sólarmyrkingina.

24. mars
Sjónleikurin Einki Orð skuldi verða framførdur á bókasavninum, men var av praktiskum orsøkum fluttur yvirum veggin inn í Løkshøll.

27. mars
Síðsti dagur í skeiðinum fyri ungar forritarar veturin 2014/15. Henda dagin vitjaði Hans Kristian Eyðunsson Hansen úr Gøtu, sum greiddi frá um animatión, 3D og at gera teknifilm.

13. apríl
Lesiringurin hittist í Runavík.

21. apríl
Norski rithøvundurin Bjørn Sortland vitjar bókasavnið í sambandi við tiltak í Norðurlandahúsinum. Skúlaflokkar frá 4.- 10. flokk úr Skúlanum við Løkin, Glyvra skúla og Skála skúla luttóku.

23. apríl
Kvinnuligi føroyski tjóðbúnin. Ole Wich greiddi frá kvinnuliga búnanum í søguligum høpi við myndaframløgu á stórum skýggja í Løkshøll. Hann tosaði um siðvenju og ímyndir í stríðnum um kvinnuliga føroyska tjóðbúnans útsjónd. Framløgan bygdi m.a. á gransking á Fróðskaparsetri Føroya. Á bókasavninum vóru kvinnubúnar sýndir fram og ein myndaframsýning, sum var skipað eftir einum tíðarása fram til dagin í dag.

12. mai
Nýtt badmintonfelag verður stovna á bókasavninum. Stigtakari er Pætur Egholm Jacobsen, og felagið fær heitið Nápur.

14. mai
8 føroyskir stuttfilmar á stórskýggja í Løkshøll. Í samstarvi við Jan Berg Jørgensen frá Klippfisk, vísti bókasavnið filmarnar. Sigga Vang luttók og greiddi frá filmunum.

20. mai
Verkstova um kommunalan samleika. 25 borgarar úr Runavíkar kommunu tóku lut. Evnið var kommunalur samleiki og samanhald millum bygdir og borgarar. Høvið var tað, at Erla Weihe Johannesen skrivaði uppgávu á Fróðskaparsetri Føroya, og skuldu brúka úrslitini í uppgávuni.

21. mai
Lesiringurin hittist á Toftum.

28. mai
Bindiskeið #1. Sára Mrdalo frá Navia helt skeið í binding, og lærdi luttakararnar at binda fimm ymiskar bindihættir.

25. juni
Konsert í sambandi við tónleikafestivalin Summartónar 2015. Hetta er fyrstuferð at bókasavnið fær samstarv við Summartónar, og var hetta tann fyrsta av 5 konsertum í summar. Fyrsta konsertin var við kamartrio við Moniku Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakenburg á klaver og Kenneth Jones á trompet. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum skipar fyri Summartónum.

2. juli
Summartónarkonsert við Bengt Forsberg (S) á klaveri.

6.-10. juli
Framsýning við listahandverki úr træi, sum limir í Dreygarafelagnum
hava evnað til á árliga summarskeiðnum í smíðstovuni Skúlanum við Løkin í Runavík.

10. juli
Summartónarkonsert við italiumonnunum Joze Kotar á klarinett og Luca Ferrini á klaveri.

17. juli
Summartónarkonsert við Heiðrun Petersen á violin og Jóhannes Andreasen á klaveri.

11. – 13. august
Útnorðurráðið hevði fundir og verkstovur við Løkin. Formaður tá var Bill Justinussen.

13. august
Summartónarkonsert við Yggdrasil. Ein serlig konsert har málningar vóru gjørdir á pallinum undir konsertini. Tónleikarar vóru Anders Hjuler (málari) & Angelika Nielsen (violin), Piotr Damasiewicz (trumpet), Kristian Blak (piano), Mikael Blak (bass).

13. august
Framsýning: Verk úr samleikasavninum, 13. aug – 4. sept. Føroyskur samleiki var evnið á framsýning við fjølbroyttum listaverkum hjá Ole Wich og Edward Fuglø. Ole Wich setti framsýningina upp.

25. august
Barnaval. Í sambandi við komandi Løgtingsval tann 1. septembur 2015, var barnaval hildið á fleiri føroyskum bókasøvnum. Býarbókasavnið í Havn átti hugskotið, og vit vóru fleiri bókasøvn, sum tóku lut. Í eina viku kundu børnini atkvøða fyri einum av fleiri valevnum, sum eru kend børn úr barnabókum.

26. august
Val-café. Demokratia, har Tórbjørn Jacobsen er formaður, skipaði fyri almennari og ókeypis val-café. Á skránni var fyrilestur við heitinum At tora at traðka fram, sum Eydna Skaale, retorikari helt. Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen sungu og spældu. Kjakpanel var við fýra aktuellum kvinnuligum valevnum: Hanna Jensen, Petra Iversen, Eyðgunn Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk.
Deirdre Hansen av Glyvrum stjórnaði kjakinum.

27. august
Framløga um hvussu man søkir um norðurlendskan mentanarstuðul. Helle Thede Johansen, føroyskt umboð fyri Nordisk kulturfond kunnaði.

12., 13., 15. og 16. septembur
Sjónleikurin Veitslan Í Løkshøll og á bókasavninum. Handritið til kenda danska filmin Festen hjá Thomas Vinterberg og Mogens Rukov er týtt til føroyskt og skrivað til sjónleik. Ein norðurlendskur sjónleikabólkur við føroysku Maritu Dalsgaard og Kristionnu Winther Poulsen á odda vandu og settu leikin upp her. Nógv fólk vitjaðu og leikurin fekk sera góða og nógva umtalu. Bókasavnið var nýtt til atgongumerkjasølu og forhøll.

17. septembur
Lesiringur hittist í Runavík. Rithøvundavitjan av Vónbjørt Vang, rithøvundi, varaleiðara á Býarbókasavninum í Havn og forkvinna í Rithøvundafelag Føroya.

8. oktobur
Næmingar úr Studentaskúlanum á Kambsdali vitja til bókasavnskunning.

Mentanarvikan Skýming í Runavíkar kommunu 17. – 25. oktober 2015

Eins og í fjør gjørdu bókasavnið og Løkshøll felags skrá til mentanarvikuna.

Á bókasavninum høvdu fýra kvinnur framsýningar. Har vóru skulpturar hjá Guðrið Poulsen, málningar hjá Rutt Mikkelsen, Onnu Jacobsen og Maritu Vestergaard. Uttanfyri inngongdina var fjølbroytt verk hjá miðnámsskúlanæmingum á Kambsdali, sum høvdu lærugreinina´dekoratión´ við Annette Sonne.

Eisini hevði Badmintonfelagið Nápur eina kafé, sum var opin í sambandi við tiltøk. Barnabókasavnið hevði tema eftir søgum hjá Astrid Lindgren. Hetta í sambandi við at 100 ár eru síðani at fyrsta søgan um Pippi kom út. Av somu orsøk vísti bókasavnið barna- og familjufilmar eftir søgum hjá Astrid Lindgren í Løkshøll gjøgnum alla vikuna. Haraftrat var felags inngongd og atgongumerkjasøla á bókasavninum.

Skráin fyri mentanarvikuna við Løkin sá soleiðis út:

17 okt    14.00 Familjutiltak í Løkshøll.

18 okt    15.00-16.00 Setan av mentanarvikuni í Løkshøll.
               16.00-17.30 Fernisering og tríggjar hugleiðingar um RÚM.

Við útgangsstøði í framsýningini rúm hjá Guðrið Poulsen høvdu trý kend yrkisfólk hugleiðingar um hugtakið rúm, sæð úr teirra fakliga sjónarhorni. Tey vóru Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Kim Simonsen, granskari og høvundur og Heidi H. Poulsen, arkitektur

19 okt    16.00 Barnabio v/Astrid Lindgren filmi: Pippi på de syv have (1999)
               19.00 – 21.00: Føroysk listasøga. Frásøgn- og myndaframløga fyri øll. v/Oggi Lamhauge.

20 okt    16.00 Barnabio v/Astrid Lindgren filmi: Emil fra Lønneberg (1971)
                19.00 – 21.00 Fá pengar til list og mentan! Umboð fyri Nordisk kulturfond vitjar. Kunning og kveikjan.
                19.30: Páll Sundsgarð heldur fyrilestur í Løkshøll

21 okt    16.00 Barnabio v/Astrid Lindgren filmi: Du er skrupskør Madicken (1979)
                19.00 Back to the future 2. Filmur frá 1989.
19.30-21.30 Get together tiltak fyri luttakarar í Faro Expo.

22 okt    16.00 Barnabio v/Astrid Lindgren filmi: Niels Karlsson Pusling (1990)
                19.00-21.00 Projekt X-Factor – Backstage.

23 okt    19.00 LUDO, føroyskur filmur hjá Katrin Ottarsdóttir frá 2014.

24 okt    16.00 Barnabio v/Astrid Lindgren filmi: Ronja Ránsmansdóttir (1984)
               19.00 – 21.30 Bindiskeið nr 2. Sára Mrdalo frá Navia undirvísir.

25 okt    Hátíðarhald til heiðurs fyri Anton Olsen úr Rituvík, sála og kaptaini á Claru Mærsk í 1975.

17.00 í Rituvík: Minnisvarði avdúkaður til heiðurs fyri Anton Olsen, kaptaini á Claru Maersk, sum bjargaði 4.004 vietnamesarum á havinum í 1975.

19.00 á Bókasavninum við Løkin og í Løkshøll: Bókaframløga av bók um hendingina. Bókin er á donskum og er skrivað av eini kvinnu, sum er ein av teimum bjargaðu. Rithøvundurin kemur til Føroyar og hevur eina myndaframløgu. Heilsanir verða bornar fram og Runavíkar kommuna bjóðar ábit. Tríggjar systrar, sum vóru bjargaðar og nú búgva í Danmark, koma eisini til Runavíkar til hátíðarhaldið. Tað er Hans Tausen Olsen, sum er lokalur stigtakari og samskipari av hesum hátíðarhaldi.

22. oktobur
Forritan fyri børn og ung. Í ár fekk bókasavnið nýtt samstarv við Kvøld- og Ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu, um at skipa fyri skeiði í at læra at forrita. Eini 20 luttakarar eru. Tey eru úr 7. til 10. flokki og koma úr nógvum ymiskum bygdum og býum í Føroyum, td. Havn, Hósvík, Klaksvík, Gøta og bygdunum kring Skálafjørðin. Skeiðið verður hvønn hósdag kl 16.00 til 18.00 heilt fram til páskar 2016.

29. oktobur
Lesiringurin hittist á Toftum.

30. oktobur
Fyrilestur um ættleiðing. Ættleiðingarfelagið skipaði fyri almennum fyrilestri við heitinum “Avbjóðingar hjá ættleiddum børnum í skúlanum”. Fyrilestrarhaldari var Bessi Bjarnason, familju og psykoterapeutur.

9. novembur
Kunnandi fundur um ES-stuðulsskipanina Horizon 2020. Granskingarráðið hevði vitjan av serfrøðingum úr ES, sum vóru á kunningarferð m.a. við Løkin.

24. novembur
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, hugleiðir um góð ellisár. Hetta var byrjanin uppá eitt samstarv við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu um afturvendandi tiltak við hugnaligum og upplýsandi seinnapartum fyri eldri.

28. novembur
Bókaframløga. Í sambandi við, at bókin “Kom við til Spæliland” hjá Inga Hansen var útgivin, var almenn móttøka á bókasavninum. Fleiri tónleikar luttóku og spældu løg av tilhoyrandi fløguni. Eisini Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, bóru fram heilsanir.

8. desembur
Nevndin í Pedagogfelagnum hevði almennan kunnandi fund og kjak á bókasavninum.

10. desembur
Lesiringurin hittist í Runavík.

10. desembur
Myndaframsýning letur upp. Myndir úr nýggju føroysku barnabókini Alda eftir Ranvør Isholm, letur upp á bókasavninum. Tað er íslendska Bjørk Bjarkadóttir, sum hevur gjørt myndirnar. Framsýningin er opin fram til jóla.

Upplestur úr Aldu. Bókasavnið bjóðaði dagstovnunum í kommununi til upplestur. Børn og vaksin frá Barnahúsinum Sellin á Skála, Barnagarðinum Søljuhjarta í Søldarfirði, Barnagarðinum á Mýrunum í Runavík og Dagrøktin í Runavíkar kommunu møttu ymiskar tíðir henda dagin. Tað var Noomi Reinert, lærarinna og sjónleikari, sum læs upp.

Dagstovnarnir møttu soleiðis:
Kl 10.00: Barnahúsið Sellin á Skála.
Kl 11.00: Barnagarðurin Søljuhjarta í Søldarfirði.
Kl 13.00: Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík og Dagrøktin í Runavíkar kommunu.

MYNDAFRAMSÝNING
Frálíku, livandi og litríku myndirnar úr bókini prýða veggirnar á bókasavninum frá 10. desember og fram til jóla.

Jólavikan.

12.- 22. desember samstarvaðu Kunningarstovan og bókasavnið um jólahugna.

Nøkur av afturvendandi jólatiltøkunum, sum kunningarstovan plagar at fyriskipa, vóru í ár flutt inn á bókasavnið. Tríggjar sera hugnaligar smáttur vóru settar uttanfyri vindeyga á bókasavninum og nógv jólaligt var á skránni á bókasavninum:

12. des                  Jólaskipið við jólamonnum kom á Runavík og gingið varð niðan til bókasavnið harbørn fingu pakkar.
15. des                  Søguforteljing við Rakel Helmsdal, sum m.a. fortaldi um Lítla og Stóra Skrýmsl.
                              
Verkstova við Harriet av Gørðum, har øll kunnu læra at gera 3D jólapynt.
16. des                 
Verkstova við Harriet av Gørðum, har øll kunnu læra at gera 3D jólapynt.
17. des                 
Verkstova við Harriet av Gørðum, har øll kunnu læra at gera 3D jólapynt.
                              
Søguforteljing við Noomi Reinert, sum læs nýggju føroysku barnabókina Alda, eftir Ranvør Isholm. Myndir úr bókini vóru eisini á framsýning á bókasavninum

19. og 20. desembur
Løkshøll skipaði fyri jólakonsertini Jól við Løkin, og brúkti bókasavnið til inngongd, atgongumerkjasølu og til drekkamunn. 

29. desembur
Job Match. Bókasavnið við Løkin var umboða á básinum hjá Runavíkar kommunu á Job Match í Norðurlandahúsinum tann 29. des 2015.

Desembur 2015 og januar 2016
Lestrarumstøður til útisetar. Eini 10 lesandi uttanlands, sum vóru heima í jólafrí, gjørdu brúk av hølunum í kjallaranum á gomlu politstøðini í jólafrítíðini í ár. Bókasavnið bjóðaði lestrarumstøðurnar fram.

 

 

Ársfrágreiðing fyri 2014

Bókasavnið við Løkin styrkti sín leiklut

Forritan, fjarlestur, filmsýningar og lesiringar fyltu mest í kalendaranum hjá Bókasavninum við Løkin farna árið. Bókasavnið letur væl at í ársfrágreiðingini fyri 2014.

 

Afturvendandi tiltøk styrkja sambandið við borgaran

Bókasavnið við Løkin lat alment upp í august 2012 og kann tí framvegis metast sum eitt nýtt tilboð til borgaran í økinum. Fyri at styrkja um sambandið millum borgaran og bókasavnið var dentur lagdur á at halda fast við nøkur afturvendandi tiltøk, umframt at byrja okkurt nýtt. 

Lesiringar eru vanligir á bókasøvnum. Samstarvið við bókasavnið í Nes kommunu um lesiringar hevur eydnast stak væl. Luttakararnir hittast uml. 6. hvørja viku fyri at tosa um lisnar bøkur. Tað møta vanliga millum 20 og 30 hvørja ferð. Tríggjar bøkur eru á skránni hvørja ferð, og velja tey eina av hesum at tosa um. Lesiringurin hittist aðruhvørja ferð í Runavík og á Toftum. 

Filmsýningar av norðurlendskum filmum hildu fram í 2014 í samstarvi við Løkshøll og Filmsfelagið Klipp hjá Norðurlandahúsinum. Frá januar til september vóru 5 filmar vístir. Hóast misjavna undirtøku, so vóru hetta góð og meiningsfull tiltøk. Norðurlendskir filmar eru viðkomandi fyri okkum føroyingar, tí vit kenna okkum ofta aftur í evnum, trupulleikum og umstøðum í filmunum. So hóast bókasavnið samanlagt hevur eina útreiðslu av sýningunum, so halda vit, at tað hevur stóran týdning at slíkir filmar vera vístir.

Fjarlestur í samstarvi við Fróðskaparsetrið byrjaði í februar 2014. Tá kundu lesandi til lærara og námsfrøðing møta til undirvísing í Runavík, í Skálavík, í Klaksvík og í Vági. Undirvísarin og nøkur lesandi møttu á Frælsinum í Havn, og vóru øll knýtt saman við nýggjastu videofundartøknini á marknaðinum. Henda royndarverkætlan eydnaðist so mikið væl, at Fróðskaparsetrið valdi at halda fram við nýggjum lesandi eftir summarfrítíðina. Hesaferð vóru bert Runavík og Klaksvík við. Sostatt sær út til, at fjarlestur er blivið eitt fast tilboð til tey lesandi. Bókasavnið við Løkin ynskir framhaldandi at menna umstøðurnar til tey, sum lesa fjarlestur.

Skeið í forritan fyri børn og ung var eisini eitt nýtt tiltak í 2014. Aldursbólkurin frá 6. til 10. flokk var boðin at luttaka. Fyriskipararnir væntaðu eini 20 tilmeldingar, men áhugin var so mikið stórur, bæði millum luttakarar og undirvísarar, at valt var at økja um plássini til 40. Sostatt hava millum 30 og 40 børn og ung møtt hvønn hósdag á bókasavninum frá september 2014 til januar 2015. Luttakarar vóru ikki bert úr Runavík og av eystara armi av Skálafjørðinum. Luttakarar vóru eisini av Strondum, Skála, Gøtu, Leirvík, Fuglafirði, Klaksvík, Hósvík og Hoyvík. Fýra sjálvboðin KT-fólk, sum arbeiða í føroysku KT-vinnuni, hava vegleitt og undirvíst hesum ungu spírum. Skeiðið hevur fingið nógva og góða umtalu millum fólk. Luttakararnir hava eisini verið sera ágrýtnir. Foreldur hava fegnast um hetta nýggja tilboð til teirra barn. Fólk innan skúlaskipanina hava víst stóran áhuga, td. var long grein í Skúlablaðnum nr 6/2014. Eisini Kringvarp Føroya gjørdi samrøðu í tíðindunum 26. desember 2014. Nógvir partar eiga heiður fyri, at henda verkætlan eydnaðist so væl. Andreas Klein Arnbjerg kom upprunaliga við hugskotinum til bókasavnið, og hevur hann verið við allan vegin. Sjálvbodnu undirvísararnir hava klárað uppgávuna sera væl. Foreldur hava trúføst koyrt børnini til skeiðið. Bókasavnið hevur notið sera gott av samstarvinum við Skúlan við Løkin, har møguleiki var at læna farteldur og skúlastovur, umframt at brúka tíð hjá KT-vørðum og vaskifólki. At enda eigur Mentamálaráðið, grunnurin ´Stuðul til barna og ungdómsarbeiði´ stóra takk fyri peningaligan stuðul. Ætlanin er at taka hetta skeiðið uppaftur komandi heyst.

 

Vitanararbeiðarin og bókasavnið

Bókasavnið hevði sett sær fyri serliga at arbeiða við vitan og einum málbólki, sum kann nevnast vitanararbeiðarin. Hetta skuldi m.a. síggjast aftur í innihaldi í tiltøkum og vali av samstørvum. Eisini  skuldi bókasavnsrúmið tillagast við fleksiblum arbeiðs- og fundarumstøðum. Harumframt umsitur bókasavnið framkomna videofundartøkni hjá Runavíkar kommunu. Henda gevur møguleika fyri fjarlestri og videofundum annars.

Vitanararbeiðarin er ein breiður málbólkur, sum umfatar m.a. lærarar og starvsfólk á skúlanum, lesandi á miðnámi og hægri lærustovnum, fjarlesandi, granskarar, íverksetarar, vinnulívi, sjálvstøðug vinnurekandi ella ein og hvønn, sum kann fáa gleði av umstøðum og sparring frá bókasavninum. Fólk, sum arbeiða við myndum, ljóði ella teksti á teldu, eru eisini partur av hesum málbólki. Roynt er at skapa kveikjandi umstøður til hugsavnan, arbeiðsfrið og samskifti. Ynski er at hesin málbólkur støðast á bókasavninum í fleiri tímar og fleiri dagar á rað, tá serligar uppgávur skulu fáast frá hondini. Hetta hevur eydnast í ein ávísan mun. Av og á hava lesandi frá miðnámi og hægri lestri sitið nakrar dagar á rað á bókasavninum og arbeitt við sínum uppgávum. Ætlanin er at arbeiða víðari við hesum málsetningi.

Tiltøk skuldu eisini í stóran mun vera viðkomandi fyri henda málbólkin. Serliga fjarlesturin og skeiðið í forritan stuðla undir at náa hesum máli. Men eisini vikuskiftisskeiðið ´Start up Skálafjørðurin´, sum var hildið í samstarvi við Íverksetarahúsið frá 26. til 28. september 2014, var í samsvar við málið um at samstarva við partar, sum arbeiða við vitanararbeiðaranum. Skeiðið var sera væl eydnað, og teir 17 luttakararnir fingu eina mennandi og kveikjandi ´ákoyring´.

 

Tættari samstarv við Løkshøll

Bókasavnið við Løkin og Løkshøll eru tveir sjálvstøðugir stovnar undir Runavíkar kommunu. Av tí at stovnarnir liggja í sama bygningi, og á mangan hátt hava líknandi endamál, so verður áhaldandi arbeitt fram ímóti at menna samstarvið stovnanna millum. Á mentanarvikuni í oktober 2014 var t.d. roynt at skipa soleiðis fyri, at tey vitjandi skuldu upplivað stovnarnar sum eitt samla mentanarhús. Bókasavnið var riggað til sum inngongd og forhøll til Løkshøll og hýsti framsýningum og eini pop-up kafé umframt at virka sum bókasavn. Fyrilestrar, filmar, konsertir o.tl. var so í Løkshøll. Bæði vitjandi og fyriskiparar halda, at hetta eydnaðist sera væl. Staðfest er sostatt, at tey vitjandi fáa eina betri uppliving, tá tey kunnu møta í góðari tíð áðrenn tiltakið byrjar og kunnu hitta onnur til eitt prát í hugnaligum umhvørvi aftur við einum drekkamunni. Eisini styrkir tað upplivingina at kunna sita í kaféini eina løtu, eftir at tiltakið er av.

 

Støðugt útlán

Ársskiftið er tíðin, har hagtøl verða gjørd upp. Vanliga hava bókasøvn mett um árið, ið fór, við at hyggja at talinum á bókum í savninum og talinum á útláni. Men samstundis, sum bókasøvn hava fingið øðrvísi og breiðari leiklut, er týdningarmikið at meta um avrik og virksemið eftir øðrum málistokki eisini. Virksemið farna árið eigur at málast í mun til yvirskipa endamál við bókasøvnum og í mun til ítøkiligu málini, sum hvørt einstakt bókasavn setir sær. Hetta er viðgjørt omanfyri.

Verður hugt at hagtølum, so kunnu vit staðfesta, at útlánið av bókum er støðugt. Í 2013 kom útlánið uppá 15.477 eintøk. Talið í fjør umboðar Skála skúla, Glyvra skúla, Skúlan við Løkin, umframt almenna útlánið. Í 2014 er talið á 13.538 bøkur. Tó er Skála skúli, sum hevði 2.319 útlán, ikki við í yvirlitinum í ár. Leggja vit talið hjá Skála skúla aftrat, ber til at samanbera. Tá verður samlaða útlánið 15.857 í 2014 í mun til 15.477 í 2013. Størsti parturin av lánarum er, ikki óvæntað, skúlanæmingar, sum standa fyri 8.269 lánum. Lærarar læntu 1.941 bøkur. Tað er eisini áhugavert at vita, hvussu nógv almenningurin lænir. Almenningurin og lesandi hava lænt 3.213 bøkur á Bókasavninum við Løkin í 2014.

Bókastovnurin øktist frá 28.000 eintøkum í 2013 til 30.698 í 2014.

Bókasavnið við Løkin virkar bæði sum skúla- og fólkabókasavn. Í 2015 fara vit at halda fram við at menna leiklutin í mun til tørvin hjá skúlanum og hjá almenninginum. Harafturat fara vit at leggja dent á at finna ein leist fyri tættari samstarvi við Løkshøll.

Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við árið 2014 og vóna at verða ein viðkomandi mentanar- og vitanarstovnur hjá borgarunum eisini í 2015.

 

4. mars 2015

Svend Højgard, leiðari

Bókasavnið við Løkin

 

Tiltøk í 2014

9. januar 
Felags lesiringurin hjá Tofta bókasavni og Bókasavninum við Løkin hittist á Toftum.

14. januar
Bókavarðafelagið heldur fund á Bókasavninum við Løkin.

28. februar
Filmurin Málmhøvd (ÍS) verður vístur í samstarv við Filmsfelagið Klipp hjá Norðurlandahúsinum.

31. februar
Fjarlestur umvegis videofundartøkni byrjar aftur eftir jólafrí. Hetta er samstarv við 
Námsvísindadeildina hjá Fróðskaparsetrinum. Undirvísing er tríggjar dagar um vikuna.

3.–14. februar 
Ein næmingur úr 9. flokki úr Skúlanum við Løkin er í starvsvenjing á bókasavninum.         

13. februar
Blaðið Kvinna fyriskipaði lesiring kring landið og Bókasavnið við Løkin var við.

20. februar
Lesiringur hittist á bókasavninum við Løkin

26. februar 
ABC barnahjálp hevur almennan kunnandi fund um Liberia.

27. februar
ALS hevur alment tiltak fyri arbeiðstøk. Tiltakið kallast: Ímeðan vit bíða.

28. februar
Filmurin: Julia (SV).

8. mars
Handilsskúlin á Kambsdali hevði kunningartiltak fyri komandi lesandi í Løkshøll og á bókasavninum.

27. mars
Filmurin: Vit eru best (SV).

31. mars
Beta Files verður handað Runavíkar kommunu. Bókasavnið við Løkin umsitur talgilda grunnin og atgongd til henda.

3. apríl
Lesiringur hittist á Bókasavninum við Løkin.

3. og 4. apríl
Kanintreff á grasfløtuni uttanfyri bókasavni í sambandi við Barna- og Ungdómsfestivalin Kom og Les, sum m.a. var hildin í Norðurlandahúsinum, skúlum og bókasøvnum kring landið. Á Bókasavninum við Løkin var eisini ein bókaframsýning við føroyskum barna-og ungdómsbókum.

21. apríl
H
arry Knudsen hevði framløgu á bókasavninum um málningalist í sambandi við árligu 
Páskaframsýningina í skúlanum við Løkin.

25. apríl
Filmurin: Eg eri tín (NO).

26. apríl 
Mentanarhúsfelagið hevði aðalfund á bókasavninum.

29. apríl
Almenn námsfrøðilig kjak kafé, sum Jógvan Philbrow fyriskipaði.

2. mai
Heilsumálaráðið fyriskipaði starvsfólkadag og verkstovur á bókasavninum, í Løkshøll og í skúlastovum har 150 starvsfólk úr øllum ráðum í landsumsitingini luttóku.

7. mai
Tryggingarfelagið LÍV hevði almennan fyrilestur um lívsgóðsku.

20. mai
Lesiringurin hittist á Toftum.

22. mai
Filmurin: Pionerur (NO)

16. juni
Vespureiðrið, sum er útvarpssending á Rás 2 har NSÍ-fjepparar tosa um fótbólt, sendir beinleiðis av bókasavninum.

17. juni
Jan Rasmussen verjir PhD ritgerð á Landssjúkrahúsinum. Bókasavnið skipaði fyri at verjan kundi upplivast beinleiðis umvegis videofundartøkni.

7. – 11. juli
Framsýning við listahandverki úr træi, sum limir í Føroya Dreyarafelag hava evnað til á skeiði í Skúlanum við Løkin.

25. august
Lesandi úr trimum skúlaflokkum á studendaskúlanum í Eysturoy vitjaðu á bókasavninum til bókasavnskunning.

4. september
Lesiringurin fær vitjan á Toftum av rithøvundanum Sólrun Michelsen.

13. september
Føroya Fysioterapifelag hevur temadag á bókasavninum.

25. september
Skeið í forritan fyri børn og ung byrjar, og verður hvørja viku í nakrar mánaðir.

26.–28. sept. 
StartUp Skálafjørður verður hildið á bókasavninum í samstarvi við Íverksetarahúsið í Klaksvík.

30. september
Filmurin: Hross i oss (ÍS).

6. oktober
Sjónleikur Syndefaldet eftir stuttsøgu hjá William Heinesen. Sjónleikarar vóru Marita Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen. Tónleikari var Tine Surel Lange.

7. oktober
Lesiringurin fær vitjan við Løkin av rithøvundanum Lisbeth Nebelong.

9. oktober
Skeið í forritan fyri børn og ung.

11.-12. okt.
Filmfestivalurin Greenland Eyes International Filmfestival vitjar bókasavnið og sýnir fleiri filmar í Løkshøll. Eisini er myndaframsýning á bókasavninum.

Mentanarvikan Skýming í Runavíkar kommunu 18. – 26. oktober 2014

Í ár gjørdu bókasavnið og Løkshøll felags skrá fyri mentanarvikuna. Bókasavnið virkaði sum inngongd til Løkshøll og hýsti eini pop-up kafé, málningaframsýningum og var innrættað við Mumi-tema til børnini. Fyrilestrar og konsertir vóru í Løkshøll.

Luttakararnir á málningaframsýningunum vóru Jørgin Olsen, Edith Mørkøre, Hilmar Højgaard og íslendska Ólöf Birna Blöndal av Egilsstøðum, sum er vinarbýur hjá Runavíkar kommunu.

Mumilandi á bókasavninum var gjørt í sambandi við 100 ára haldið fyri Tove Jansson, rithøvundi, og var hetta eitt samstarv við Norðurlandahúsið.

Kaféin á bókasavninum var opin í sambandi við øll tiltøk í Løkshøll ímeðan mentanarvikan var. Olga Maria Djurhuus stóð fyri kaféini.

Skáin var soleiðis:

18. okt.                 Stórt familjutiltak í Løkshøll.
19. okt.                 Málningaframsýningarnar lótu upp.
                             Heilsutiltak.
                             Kom og royn at spæla Boccia.
                             Biografur.
20. okt.                 Jógvan Zachariassen, tónleikari og pastor. Hvat kann tónleikur læra okkum um tilveru, fyrigeving og vón? – ein tónleikaliga illustreraður fyrilestur.
21. okt.                 Mumi-biografur á stórskýggja.
                             Jan Rasmussen, lækni og Ph.d. greiddi frá um sína ritgerð ´CTD í Føroyum´.
22. okt.                 Mumi-biografur á stórskýggja.
                             Seyður og seyðahald. Kvøldseta í Løkshøll.
                             Get-together tiltak á bókasavninum fyri luttakarar í Faroexpo ráðstevnuni.
23. okt.                 Mumi-biografur á stórskýggja.
                             Børn og ung forrita. Eitt vetrarskeið á 12 vikur í samstarvi við Mentamálaráðið.
                             Terry´sa Saga. Ein klovnaleikur fyri vaksin, sum Kjartan Hansen sjónleikari framførdi.
24. okt.                 Lena Anderssen við orkestri hevði konsert.
25. okt.                 Biografur.
26. okt.                 Mumi-biografur á stórskýggja.

30. oktober
Skeið í forritan fyri børn og ung.

6. november
Skeið í forritan fyri børn og ung.

8. november
Bókaframløga hjá Edmundi Joensen av bókini Okkara maður á Christiansborg.

10. november
Fjarlestur í samstarvi við námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum byrjar, og verður tvær til tríggjar ferðir um vikuna í nakrar mánaðir fram.

13. november
Skeið í forritan fyri børn og ung.

13. november
Lesiringur á Toftum.

20. november
Skeið í forritan fyri børn og ung.

21. november
Bókadagar. Bjørn Sortland, norskur rithøvundur vitjaði skúlabókasavnið við Løkin í sambandi við bókadagarnar, sum fyri tað mesta vóru hildnir í Norðurlandahúsinum. Næmingar úr Runavíkar skúla og Skála skúla luttóku.

27. november
Skeið í forritan fyri børn og ung.

4. desember
Skeið í forritan fyri børn og ung.

4. desember
Bókaframløga av bókini OLJAN, sum Tróndur Djurhuus og Jan Müller hava skrivað, er á bókasavninum.

Jólavikan. 15.- 20. desember samstarvaðu Kunningarstovan og bókasavnið um jólahugna.

15. des.                3D jólaklipp við Olafsdóttir fyri børnum og vaksnum.
16. des.                Rógvi Dam las jólasøgu fyri børnum.
18. des.                Rógvi Dam og Bergur Johannesen framførdu jólaleik.
19. des.                3D jólaklipp við Olafsdóttir fyri børnum og vaksnum.

18. desember 
Sernám hevði skeið í hølunum við Videofundarútgerðini

22. desember
Faroe Offshore hevði starvsfólkadag á bókasavninum.

 

 

 

Ársfrágreiðing fyri 2013

Sera gott ár hjá Bókasavninum við Løkin

Samstørv, fjølbroytni og sjónligheit lýsa tríggjar høvuðstættir í virkseminum hjá Bókasavninum við Løkin í Runavík tað farna árið. Bókasavnið læt upp fyri almenninginum í august 2012 og hevur tískil knapt hálvt annað ár á baki undir núverandi snotiligu umstøðum. Meta vit farna árið í mun til settu málini, so eru vit sera væl nøgd.

Frá byrjan av vóru avbjóðingarnar m.a. at skipa samstarvið millum skúla- og fólkabókasavn, sum húsast í somu hølum. Við góðum vilja og hugburði frá øllum partum hevur hetta eydnast sera væl. Síðani vóru serliga trý mál sett fyri fólkabókasavnið. Eitt var at skapa sambond og samstørv við feløg, stovnar og aðrar aktørar bæði lokalt og víða um. Annað var at gera bókasavnsvirksemið viðkomandi fyri ein so breiðan skara sum gjørligt. Og triðja var at gera vart við, at vit vóru til, og hvønn leiklut vit kundu átaka okkum sum stovnur í mun til tann einstaka og lokalsamfelagið.

Samstørv um fjølbroytt tiltøk við mentan og vitan

Vit hava fingið sambond og samstørv við ein hóp av fólki, stovnum og feløgum. Lokalt hava vit m.a. samstarvað við fyriskipararnar av mentanarvikuni í Runavík, Løkshøll og Kunningarstovuna. Eysturoyar dansifelag og Bygdasavnið Forni hava gjørt hvør sítt tiltak við framsýning, fyrilestrum og hugnakvøldi á bókasavninum. Kunningarstovan hevði jólatiltak. Bókaframløgur hava verið hjá Jens Martin Knudsen (Maðurin við topphúgvuni), Edmund W. Joensen (Kalt kaffi) og Páll Kunoy (Gingu burtur somu nátt).

Eisini hava vit knýtt sambond út um kommunumarkið. Lesiringar eru stovnaðir á heysti 2013 í samstarvi við Bókasavnið í Nes kommunu. Samanlagt eini 30 luttakarar býttir í tríggjar lesiringar, sum halda fram í 2014. Forløgini Sprotin og Vencil hava havt hvør sítt bókmentakvøld í mentanarvikuni í 2012 og 2013. Samstarvið við Norðurlandahúsið hevur verið serstakliga áhugavert. Vit fingu eitt frásøgutiltak, Sesam Sesam, og eina sermerkta framsýning við 5 bingjum, sum stóðu uttanfyri bókasavnið eina tíð. Eisini hava vit fingið eitt trýparta samstarv við Løkshøll og Norðurlandahúsið um at vísa norðurlendskar filmsperlur, sum Filmsfelagið KLIPP hevur á skránni. Hetta samstarv heldur fram í 2014.

ORÐloysing! var eisini eitt serligt samstarv, vit fingu í lag. Fýra fólk frá Hyggefactory í Danmark vitjaðu bókasavnið og skipaðu fyri eini filmsverkstovu fyri einum 25 næmingum, sum ganga á lista-og dramabreytini í Skúlanum við Løkin. Tey gjørdu stuttfilmar um evnið ´sorg, og at missa foreldur´. Filmarnir vóru vístir til alment tiltak í Løkshøll har prát, upplýsing, sangur og kjak var á skránni. Birgir Kruse hevði eina serliga framløgu um mentan, miðlar og miðling av mentanarligum tiltøkum. Eitt áhugavert kjak spurdist burturúr hesum. Eisini ein samrøða í útvarpssendingini In mente var um hetta tiltakið. Hetta var eitt serliga áhugavert samstarv, tí tiltakið bjóðaði luttakarum at koma djúpri í evni enn undirhalds- ella kunnandi tiltøk vanliga kunnu bjóða.

Aðrir fyrilestrar hava eisini verið. Kim Simonsen ph.d. og Allan Dalsgarð, leiðari á Sendistovuni, hildu fyrilestrar hvør úr sínum sjónarhorni um evnið: Ímyndin av Føroyum og føroyska sjálvsmyndin. Leitanin eftir tí eksotiska og branding.

Almannaráðið hevði kunnandi fund um ´Sig frá verkætlanina´, sum var um at steðga harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Annars hava vit havt nógvar vitjanir av dagstovnum, forskúla, frítíðarstovum, stovnum fyri børn og ung við serligum tørvi, eldrafeløgum og sjálvandi skúlabørnum og tí vanliga lánaranum.

Sjónligheit

Tiltøk og mentanarligt virksemi hava eitt virði í sær sjálvum. Men hetta skapar eisini umtalu og gevur fyriskiparanum høvi at gera vart við seg. Hetta hava vit roynt at verið tilvitað um, soleiðis at vit hava lýst og umtalað okkara tiltøk. Vit hava lagt dent á at skriva á heimasíðuna www.lokin.fo , sent tíðindaskriv út til føroyskar miðlar og bjóða okkum fram til samrøður í føroysku loftmiðlunum. Hetta hevur samanumtikið eydnast væl. Vit hoyra mangan frá borgarum, at tey hava hoyrt ella lisið um tiltøk á bókasavninum. Á henda hátt hava vit vunnið okkum rúm í tilvitskuni hjá føroya fólki.

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt á heysti 2013 fyri bókasavnið, vísir nøkur áhugaverd tøl. Bókasavnið við Løkin vildi vita, hvussu nógvir føroyingar kendu til bókasavnið, og hvussu nógv higartil hava verið á vitjan. Eitt av úrslitunum er, at 38 % av øllum føroyingum og 65 % av øllum eysturoyingum vita, at Bókasavnið við Løkin er eitt alment bókasavn, sum er opið fyri øllum. Og av øllum eysturoyingunum siga 22 % seg eisini hava vitjað bókasavnið. Hetta eru nøktandi tøl, um hugsað verður um, at vit einans hava hálvt annað ár á baki. Spennandi verður at samanbera við nýggja kanning um eitt ár.

Í 2013 fekk bókasavnið eisini búmerki og heimasíðu. Hetta skapar eisini sjónligheit og er við til at geva eina mynd av bókasavninum. Adressan til heimasíðuna er www.lokin.fo, og har liggur eisini frágreiðing um búmerkið.

Økt útlán og øktan bókastovn

Eins og listin við tiltøkum er fjølbroyttur, so sæst málið um fjølbroytni eisini aftur í bókainnkeypinum í 2013. Vit hava roynt at endurnýggja bókastovnin breitt, so at flestu lánarar kunnu finna viðkomandi bøkur og tilfar. Í løtuni hava vit fyrst og fremst føroyskt og danskt tilfar. Vit eru byrjað at keypa enskt og ætla serliga at økja um henda stovn í 2014.

Hugagóð hagtøl

Ársskiftið er tíðin, har hagtøl verða gjørd upp. Vanliga hava bókasøvn mett um árið, ið fór, við at hyggja at talinum á bókum í savninum og talinum á útláni. Men samstundis, sum bókasøvn hava fingið øðrvísi og breiðari leiklut, er týdningarmikið at meta um avrik og virksemið eftir øðrum málistokki eisini. Avrik mugu metast í mun til endamál og málsetning. Hetta hava vit roynt við at seta okkum tey trý málini, sum eru nevnd fyrst í greinini: skapa samstørv, fjølbroytni og sjónligheit. Hetta hava mett ársavrikið eftir.

Hyggja vit tó at teimum turru tølunum, so er okkurt áhugavert at taka fram. Saman við skúlabókasavninum við Løkin og í Glyvra skúla eiga vit uml 28.000 eintøk av bókum.

Lánið er vaksið frá 10.965 lán í 2012 til heili 15.477 í 2013. Hetta risalopið hevur tvær orsøkir. Ein er tann, at nógv skúlatilfar er skrásett í skipanini í 2012. Samlaða útlánið hækkar tískil eisini orsakað av láni hjá skúlanæmingum. Hin orsøkin er tann, at 2013 er fyrsta heila árið, har vit hava havt alment opið frá klokkan 13.00 – 18.00 gerðandisdagar. Tí er atkomuligheitin munandi lættari enn fyrr, og almenna útlánið er tískil økt munandi.

Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við árið 2013, og vóna at vera ein viðkomandi mentanar- og vitanarstovnur hjá borgarunum eisini í 2014.

27. januar 2014

Svend Højgard, leiðari

Bókasavnið við Løkin, Fartelefon: 288900, Teldupostur: svend@runavik.fo

 

Tiltøk í 2013

30. januar
Verkætlanin Sig frá, sum Almannaráðið fyriskipar kring landið, hevur kunnandi fund á bókasavninum.
Upplýsandi fyrilestrar og kjak um at steðga harðskapi í parløgum og nærsambondum.

28. februar
Ímyndin av Føroyum og føroyska sjálvsmyndin. Leitanin eftir tí eksotiska og branding.
Alment tiltak við tveimum fyrilestrum, kjaki og práti har Kim Simonsen, Ph.d. og Allan Dalsgarð, stjóri á Sendistovuni hava framløgu frá hvør sínum sjónarhorni.

7. mars
Roysni, felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoynni, hevur fund á bókasavninum, har felagið verður endurstovnað.

14. og 15. mars
Frásøgutiltak Sesam Sesam. Í samstarvi við Norðurlandahúsið fingu vit vitjan av svianum Per Gustafsson og føroysku Katrini Petersen, sum søgdu frá stuttligum, ræðandi og syrgiligum søgum. Báðar dagarnar luttóku skúlanæmingar úr Runavík, Oyndarfyri, av Glyvrum og Skála.
Seinna dagin var eitt alment kvøldartiltak, kallað frásøgukafé.

1. apríl
Conny Rasmussen verður sett í fast starv, sum hjálparfólk á bókasavninum.

4. – 11. apríl
Bingjuboð. Framsýning í 5 bingjum, sum eru listprýddar av norðurlendskum ungdómi, standa frammanfyri bókasavnið.
Bingjurnar eru norðurlendskt tiltak, sum ferðast millum londini og er samskipað av Norðurlandahúsinum.

13. apríl
Bókavarðafelagið hevur aðalfund á bókasavninum.

25. apríl
Framsýningin: Kvæðabøkur og kvæðasøga letur upp í sambandi við at Eysturoyar dansifelag er vertur fyri LANDSDANSISTEVNUNI 2013.
Bókasavnið og Eysturoyar dansifelag samstarva um at seta framsýninina upp.

22. mai
Næmingakonsert hjá Nes sóknar Musikkskúla.

23. mai
Framløga av yrkingasavninum Kalt Kaffi, sum er fyrsta útgávan hjá Edmundi W. Joensen úr Lamba.

4. juni
Fyrilestur um sjónvenjing tá heilsrøktarfrøðingar hjá Gigni vitjaðu á bókasavninum í sambandi við teirra árligu útferð.

15. og 16. juni
Tekna á Eystanstevnu.
Bókasavnið hevði eyka opið í vikuskiftinum í sambandi við Eystanstevnu. Børn kundu tekna og sýna myndina fram á vegginum.

13. september
ORÐloysing! Filmsverkstova fyri ung og alment tiltak við filmsvísingum og kjaki um mentan, miðlar og miðling.
Bókasavnið hevði vitjan av 4 donskum gestum frá Hyggefactory, sum er felagskapurin handan virðisløntu verkætlanina ORDskælv! Næmingar frá listabreytini í Runavíkar skúla luttóku í filmsverkstovu um dagin. Á kvøldi vóru filmirnir vístir og umtalaðir. Seinna helvt av kvøldinum var kjak um mentan, miðlar og miðling, har Birgir Kruse hevði eitt hvasst upplegg. ORÐloysing! var eitt stórt tak at fyriskipa, og fekk eisini nógva umtalu í miðlum, m.a. í sendingini Inmente í KvF.

22. september
Svenskir harmonikutónar.
Nils Zandhers og Lennart Thorstensson, tveir eldri lærarar frá Nordiska Folhögskolan í Kungälv, Svøríki hava harmonikukonsert saman við fyrrverandi næmingum sínum; Hanus G. Johansen og Niels Midjord.

Mentanarvika í Runavíkar kommunu 20. – 27. oktober 2013:

19. – 25. oktober
Teknikapping á bókasavninum.
Børn og vaksin kunnu lata tekningar inn alla mentanarvikuna. 4 virðislønir verða latnar.

21. oktober
Framsýningin Sýslumenn í Eysturoy frá 1584 letur upp.
Bókasavnið samstarvar við Bygdafelagið Forni um hesa framsýning við lutum, myndum og tekstabrotum. Samstundis er hugnakvøld við trimum fyrilestrum:
Maria Jacobsen, frá Forna, greiðir frá um framsýningina.
Kári Thorsteinsson, fyrrverandi sýslumaður, greiðir frá um sýslumansembætið.
Max Weihe av Selatrað greiðir frá um Daniel J. Danielsen, sýslumann, sum búði í Søldarfirði.

22. og 24. oktober
Japanskir teknifilmar.
Bókasavnið vísir tveir japanskar teknifilmar: Granni mín, Totoro og Lítla heksin, Kiki.

23. oktober
Get-together-tiltak fyri luttakarar á ráðstevnuni FAROEXPO.

25. oktober
Bókmentakvøld: Vencil á vitjan.
Bókmentatíðarritið Vencil skipar skránna við upplestri og tónleiki. Rithøvundar, sum hava havt verk í Vencli lesa upp og Kári Sverrisson framførir nøkur løg. Upplesarar eru: Marjun S. Kjelnæs, Katrin Reinert, Vónbjørt Vang, Kjartan Hansen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

6. november
LEGO VINIR sýna fram og greiða frá teirra luttøku í kappingini First Lego League.
Hetta eru næmingar úr Skúlanum við Løkin.

14. november
Stovnan av lesiringum.
Saman við bókasavninum í Nes kommunu skipa vit fyri hugnakvøldi, har vit stovna tríggjar lesiringar. Næstan 30 fólk ynskja at luttaka.

20. november
Finski filmurin REINSAN verður vístur í Løkshøll.
Hetta er fyrsti filmur í eini røð av norðurlendskum filmsperlum, sum bókasavnið hevur gjørt avtalu við Norðurlandahúsið og Løkshøll um at vísa.

25. november
Bókaútgáva av bókini Gingu burtur somu nátt, sum Páll Kunoy hevur skrivað.

1 . desember
Yrkingar og bassspæl við Oddfríði M. Rasmussen og Agnari Lamhauge.
Framløga av tveimum yrkingasøvnum, upplestur og bassspæl.

5. desember
Íslendski filmurin DÝPIÐ verður vístur í Løkshøll.
Hetta er annar filmurin, sum vit vísa í samstarvi við Norðurlandahúsið og Løkshøll.

10. desember
Amnesty á vitjan.
Skrivikafé har almenningurin kann skriva samhugabrøv ella áheitanir í sambandi við samvitskufangar kring heimin.

18. desember
Kunningarstovan í Runavík skipar fyri jólahugna á bókasavninum.

 

Tiltøk í 2012

22. august
Alment bókasavn. Bókaframløga, framsýning, sangur og røður.
Bókasavnið við Løkin letur alment upp í nýggjum hølum í sama bygningi sum skúlin við Løkin og Løkshøll.
Opið verður mánadag til fríggjadag frá kl 13.00 til 18.00.
Runavíkar kommuna hevur sett Svend Højgaard í starv sum leiðara á bókasavninum.
Bókaframløga av nýggjari bók um Jens Martin Knudsen, fótbóltsmálmann.
Framsýning við lutum og avísútklippum frá yrkisleiðini hjá JMK.
Røður vera førdar fram og Lena Anderssen & Niclas Johannesen syngja og spæla.

Mentanarvika í Runavíkar kommunu 21.-28. oktober 2012:

22. oktober
Tvær framsýningar: BROTMYND hjá Eli Smith og ÆVINTÝRAMYNDIR hjá tjekkisku Renáta Fučíková lata upp á bókasavninum.
Barbara Gaardbo og Oddmar Nielsen framføra nøkur løg.

25. oktober
Bókmentakvøld har forlagið Sprotin skipar skránna.
Fjølbroyttar framløgur, filmvísing og tónleikur.
Nýggi føroyski E-bókaportalurin verður latin upp.

27. oktober
Sjórænaravitjan á bókasavninum í sambandi við familjutiltak í Løkshøll.
Søguupplestur.

12. november
Norðurlendsk bókasavnsvika. Upplestur fyri barnagørðum.
Skúlabókavørður Brynhild W. Djurhuus lesur upp og Beinir Troest Rasmussen syngur og spælir.

12. desember
Næmingakonsertir, sum musikkskúlin fyriskipar.

Scroll to top