forfatterweb2

13 aðrir grunnar – góð og álítandi vitan

on juni 7 | in Kunning | by | with No Comments

EBI- Elektroniskar Bókasavnstænastur á Interneti

EBI er eitt samstarv, skipað millum fólka- & skúlabókasøvn og skúlar um felags hald av elektroniskum bókasavnstænastum á internetinum.

Endamálið við samstarvinum er at royna at fáa til vega teldutøkt tilfar á internetinum: bókaskráir, tíðarrit, leksika og handbøkur so bíliga sum tilber, og gera hetta tilfarið tøkt hjá  teimum, sum brúka bókasøvnini og næmingum í fólka-, miðnáms- og framhaldsskúlunum.

Í høgru síðu sært tú búmerki og tekstin ´13 aðrir grunnar´. Har kanst tú klikkja á fáa yvirlit yvir hesar útvaldu grunnar. Her fært tú álítandi og umfatandi vitan um eitthvørt evni.

Til dømis er atgongd til donsku grunnarnar, sum kallast Faktalink og Forfatterweb.
Faktalink og Forfatterweb eru danskir upplýsingagrunnar á netinum, sum upplýsa um nógv av tí, sum vit hoyra nógv um, men sum vit í veruleikanum ofta ikki vita so nógv um kortini.
Faktalink er eitt savn av greinum um aktuell og onnur viðkomandi evni, sum lærarar og næmingar viðgera í skúlanum, ella sum tey forvitnu fegin vilja vita meira um. Nógv av tí, sum er uppi í tíðini, vandamál, fyribrigdi, hendingar, fólk og rák verður her viðgjørt greitt og við tilvísingum til tilfar á internetinum, til bøkur og greinir, sum áhugað kunnu lesa, og við sjónvarps- og útvarpsinnsløgum, sum lýsa evnið.
Forfatterweb er ein dátugrunnur við einum løttum og greiðum inngangi til rithøvundar og kendu ritverk teirra, tað verið seg barna-, ungdóms- og vaksnamannarithøvundar bæði úti og heima. Her er hópur av góðum tilfari, sum lærarar og næmingar á miðnáms- og hægri skúlum kunnu fáa væl burturúr. Vanligi lesarin, sum vil vita meira um tað, sum hann lesur, og ikki minst teir nú so nógvu lesibólkarnir kunnu her fáa upplýsingar og íblástur til lesnað.

Faktalink og Forfatterweb eru ætlaðir donskum bókasavnsbrúkarum, og Landsbókasavnið og bókasøvnini kring landið rinda tað, sum tað kostar at halda Faktalink og Forfatterweb, so at øll í Føroyum eisini kunnu brúka hesa tænastuna á teirra teldum ókeypis.
Vit á føroysku bókasøvnunum halda, at tað hevur týdning at fólk, bæði yngri og eldri, hava atgongd til upplýsingatilfar á netinum, sum er áhugavert og liggur eitt sindur longri á enn nógv av tí, sum annars verður borið fram á netinum.

Faktalink og Forfatterweb eru partur av teirri serligu upplýsingatænastuni EBI, sum Landsbókasavnið og fleiri aðrir stovnar veita sínum brúkarum og næmingum.

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top