IMG_5086

Ert tú lesandi?

on marts 7 | in Kunning | by | with No Comments

Føroysk fólkabókasøvn hava fleiri tænastur til tín, sum er lesandi ella starvast á einum skúla.

Arbeiðspláss fyri lesandi

Umframt vanligar bókasavnstænastur, sum eru nærri lýstar niðanfyri, so kann Bókasavnið við Løkin bjóða sera góðar arbeiðsumstøður. Vit hava pláss til tín at sita her heilar dagar og lesa ella arbeiða við tíni uppgávu. Her eru pláss til bólkaarbeiðir, borð har tú kanst sita avskermaður og hugsavna teg, hugnaøkir har tú kanst halda ein støðg og fáa eitt prát afturvið ókeypis kaffi ella temunni. Eisini hava vit uppvørpu og umstøður at halda framløgur, um tú ella tínir lestrarfelagar hava tørv á hesum. Vit hava sjálvsagt tráleyst netsamband og møguleika at prenta út.

Videofundir

Tað nýggjasta tilboðið á Bókasavninum við Løkin er Videofundarútgerð, sum kann brúkast eftir avtalu. Við hesi útgerð kunnu tit t.d.  samskifta við lærarar ella næmingar aðrastaðni í Føroyum ella uttanlanda, td í sambandi við vegleiðing undir uppgávuskriving. Til ber eisini at síggja fyrilestrar, undirvísingar ella annað, sum tit hava funnið á netinum.

Vit gleða okkum at síggja fleiri lesandi vitja og brúka bókasavnið, sum teirra arbeiðspláss.
Vit eru tykkara sparringspartnarar!
Vælkomin!

Vanligar bókasavnstænastur

Landsbókasavnið er høvuðsbókasavn fyri føroysku fólkabókasøvnini. Tey hava skriva eitt nágreiniligt yvirlit yvir hvørjar tænastur eru til lesandi og lærarar.

Hesar tænatur bjóða vit eisini á Bókasavninum við Løkin. Tú kanst skriva til okkara á teldupost: svend@runavik.fo ella ringja á telefon: 477 337 ella á fartelefon 288 900. Vit eru eisini á facebook.

Landsbókasavnið skrivar soleiðis um bókasavnstænastur:

Ert tú lærari ella næmingur? 

Landsbókasavnið og skúlaverkið

Sum høvuðsbókasavn fyri alt landið veitir Landsbókasavnið eisini bókasavnstænastur til næmingar og lærarar í miðnámsskúlum og í framhaldsdeild fólkaskúlans.

Tað ber til at leita eftir tilfari, sum Landsbókasavnið eigur, í

Hava tit brúk fyri tilfari, kunnu tit koma á Landsbókasavnið. Fyrispurningar kunnu altíð sendast til utlan@savn.fo ella við at ringja til 340525.

Minnist til at koma í góðari tíð eftir tilfari, tá ið tit t.d. skulu undir at skriva eina uppgávu.

Spyr bókavørðin
Alt døgnið ber til at senda inn fyrispurningar til ein bókavørð á Landsbókasavninum. Fyrispurningarnir kunnu eitt nú snúgva seg um bókmentir (bøkur, greinir o.tíl.), almennar upplýsingar um mangt og hvat, ella um vegleiðing í at nýta okkara tænastur, t.d. leiting í bókasavnsgrunnum ella á netinum. Fyrispurningarnir verða svaraðir skjótast til ber.

Uppgávuhjálp
Til skúlanæmingar í framhaldsdeild fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum, ið eru komnir í ta støðu, at teir (kanska á fyrsta sinni) skulu skriva eina uppgávu, hava vit heimasíðuna “Hjálp! Eg skal skriva uppgávu!”. Har ber til at lesa, hvussu ein fer í holt við fyrireikingarnar til uppgávuna, og har eru eisini savnað nøkur leinki á alnetinum, har tað skuldi borið til at funnið tilfar ella fingið góð hugskot ella íblástur.

Endamálið við síðuni er serliga at eggja næmingum at brúka bókasøvnini, ikki minst tá ið teir skriva uppgávur. Bókasøvnini eru jú á tremur við tilfari um alt, ið hugsast kann.

Elektroniskar bókasavnstænstur – EBI
Elektroniskar bókasavnstænstur eru tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.tíl., sum eru at finna á netinum. Í Føroyum hava nøkur bókasøvn og nakrir skúlar tikið seg saman um at halda nøkur av teimum frægastu verkunum, sum verða boðin út á netinum. Tey flestu av hesum verkum kosta, og er atgeingið tí avmarkað til tey bókasøvn og skúlar, sum eru við í samstarvinum. T.v.s. at tú mást vera td. á bókasavninum fyri at kunna leita í hesum grunnum. Tó ber til at brúka hesi trý heima eisini: Tíðarrit.fo, Faktalink.dk og Forfatterweb.dk :-)

Bókasavnskunning
Landsbókasavnið skipar javnan fyri bókasavnskunning. Er talan um skúlaflokkar, ber til at bíleggja tíð til kunning á 340525.

Tað ber eisini til hjá bókasøvnum, skúlum og stovnum at heita á fólk frá Landsbókasavninum at koma at undirvísa teirra lánarum/brúkarum í leiting við bókasavnsskipanini Aleph.

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top