IMG_5581[1]

Granskingartilfar frá Beta

on maj 14 | in Kunning | by | with No Comments

Runavíkar kommuna hevur yvirtikið eitt sjálvsama umfatandi og væl skipað skjalasavn frá reiðaravirkinum Beta. Atgongd fæst til tilfarið við at venda sær til Bókasavnið við Løkin.

Sjálvt savnið fevnir um heili 3.000 ringbind av skjølum viðv. øllum tættum av virksemi hjá reiðaríinum Beta í eitt 30-ára tíðarskeið. Grunnurin kallaður Beta Files, hevur átt og skipað fyri at skjølini eru varðveitt og gjørd talgild. Sambært granskarum er savnið einastandandi og kann nýtast innan nógvar ymiskar vísindagreinir.

Framyvir verður møguleiki hjá áhugaðum at venda sær til bókasavnið, og biðja um atgongd til savnið. Av tí at persónsupplýsingar eisini eru í savninum, so er ikki óavmarkað atgongd til alt. Áhugaði skulu tí venda sær til bókasavnið og greiða frá, hví ein hevur áhuga í savninum og hvat endamálið er við innlitinum. Síðani verður avgerð tikin, og avtala gjørd um atgongd og nýtslu. Beta og kommunan vóna og vænta at granskarar hava áhuga í tilfarinum.

IMG_5580[1]

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top