bokasavnid_upps1_vatn1

Bókasavnið fingið heimasíðu og búmerki

on marts 27 | in Kunning | by | with No Comments

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Bókasavninum við Løkin!

Endamálið við hesi síðu er m.a. at gera bókasavnið og virksemið sjónligari, og at geva okkara brúkarum atgongd til bókasavnið umvegis netið. Ein boðskapur, sum vit ynskja at heimasíðan skal vísa, er at bókasavnsvirksemi í dag, er annað enn røkt av eini bókagoymslu. Vit arbeiða við menniskjum, vitan og mentan í breiðum týdningi.

Við hesi síðuni kunnu vit siga, at bókasavnið hevur bygt út og fingið eitt nýtt rúm, sum gevur nýggjar møguleikar. Frammanundan hava vit eitt stórt hábærsligt rúm í sama bygningi sum skúlin við Løkin og Løkshøll. Hetta høli hevur nógvar dygdir og møguleikar. Rúmið her á heimasíðuni hevur aðrar dygdir og aðrar møguleikar. Vit fara áhaldandi at økja um innihald og tillaga snið og møguleikar. Og vit hoyra fegin frá tær, um tú hevur spurningar ella góð ráð til okkara.

Búmerkið hava vit ment saman við lýsingarvirkinum KREA. Búmerkið ímyndar ein løk, sum rennur frá vinstru til høgru, snarar runt um ein depil, (har hann speglast), og rennur so út aftur frá vinstru til høgru. Depilin, tann hvíta miðjan í búmerkinum, ímyndar bókasavnið, meðan løkurin er streymurin av tilfari, tiltøkum og menniskjum, sum rennur inn og út av bókasavninum. Summi siga seg síggja búmerkið sum eitt eyga. Hetta er eisini ein góð ímynd fyri eitt bókasavn, sum ynskir at stimbra lesihug, innlit og útsýni. Vit hava møguleika at broyta litin í búmerkinum, t.d. í mun til hvat endamál ella í hvørjum sambandi vit nýta búmerkið.

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top