afhandling

Lat onnur fáa gleði av tíni ritgerð

on august 26 | in Kunning | by | with No Comments

Hevur tú skriva ritgerð um Føroyar ella føroyingar?

Eitt endamál hjá Landsbókasavninum er at savna inn allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Tískil taka tey eisini fegin ímóti serritgerðum á kandidat- ella masterstøði umframt doktararitgerðir, ið eru skrivaðar av føroyingum ella eru um føroysk viðurskifti.

Ritgerðin verður skrásett og goymd talgild á Landsbókasavninum. Hon verður síðan alment atkomulig gjøgnum leitiskipanina www.bokasavn.fo.

Nú ber til at senda teimum tína ritgerð við at fara inn á síðuna Ritgerð og fylla út teigarnar a síðuni. Fílan við ritgerðini kann lesast inn á síðuni og sendast tann vegin.

Um tað einans ber til at lata ritgerðina í pappírsútgávu, so taka tey sjálvandi ímóti, men tá skal latarin geva loyvi til at ritgerðin kann lænast út. Oyðiblað at fylla út er á hesi somu síðu.

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top