Leinkjan

Leinkja millum føroysk lesandi og vinnulív

on august 26 | in Kunning | by | with No Comments

Lesandi og føroyskar fyritøkur kunnu nú samskifta á felags palli. Heimasíðan www.leinkjan.fo er nú klár at brúka, og fyritøkur kunnu á heimasíðuni leggja út verkætlanir, sum lesandi kunnu arbeiða við sum partur av útbúgvingini.

Leinkjan.fo skapar sambond millum føroyskar fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Við at geva fólki undir útbúgving møguleika at skriva smærri ella størri uppgávur um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri føroyskar fyritøkur. Og við at bjóða fram mentorskipan, har lesandi kunnu søkja um vegleiðara í mun til útbúgving og karrieru innan privata vinnulívið.

Eisini ber til hjá lesandi at stovna sær eina vangamynd á síðuni, so fyritøkur, ið hava hugskot, kunnu seta seg beinleiðis í samband við lesandi, ið arbeiða innan viðkomandi evni.
Vinnuhúsið hevur tikið stig til nýggju heimasíðuna, sum er ætlað at knýta fólk undir útbúgving tættari at vinnulívinum í Føroyum.
Umvegis heimasíðuna kunnu fyritøkurnar kanna og útgreina viðurskifti, sum hava týdning fyri fyritøkurnar, og tey lesandi sleppa at arbeiða við verkætlanum, sum kunnu skapa virði.

Á leinkjan.fo ber eisini til hjá teimum lesandi at søkja um at fáa ein mentor. Ein mentor er ein persónur við royndum úr føroyskum vinnulívi, sum kann vegleiða tey lesandi um ymisk viðurskifti í sambandi við eina yrkisleið innan privata vinnulívið í Føroyum.

Endamálið við heimasíðuni er serliga at gera fólk undir útbúgving meira tilvitað um teir møguleikar, sum eru í føroyskum vinnulívi, og yvirhøvur at fáa betri samband millum føroysk lesandi og føroyskt vinnulív.

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top