Móttøka

Meira enn ein bókagoymsla

on februar 27 | in Kunning | by | with No Comments

Umframt at røkja tilfarsstovnin og geva atgongd til tilfar umvegis netið, so leggja vit stóran dent á, at menna nýggjar tænastur og virkisøkir. Bókasavnið skal vera viðkomandi fyri borgarar bæði í sambandi við arbeiðið og frítíð. Vit kunnu siga at vit við hesi heimasíðu og síðu á facebook hava tvey rúm:

  • Heimasíðan og Facebooksíðan á alnótini
  • Fysisku karmarnir við Løkin

Vit skulu nú menna okkara virksemi bæði í mun til netið og fysisku karmarnar. Higartil hava vit serliga arbeitt innan fysisku karmarnar. Um tú t.d. hevur tørv á einum arbeiðsstaði at sita og lesa ella skriva, so hava vit góðar arbeiðsumstøður. Bókasavnið skipar eisini regluliga fyri tiltøkum, so sum fyrilestrum og framsýningum.

Vit síggja eisini stórt virði og møguleikar í samstarvi við onnur feløg og borgarar. Vit leggja tí fegin høli til tiltøk, sum onnur fyriskipa, og sum hava innihald, sum ikki stríðir ímóti okkara endamálsorðing. Higartil hava vit samstarva við m.o. Nes Sóknar Musikkfelag, Norðurlandahúsið, Forna og forlagið Sprotan.

Bókasavnið hevur til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm, mentanarligt virksemi og at geva fólki upplivingar. Avbjóðingin er at skapa samband millum menniskju og at umskapað informatión til vitan. Hetta er tann sera spennandi avbjóðingin, sum vit nú seta full segl fyri at røkja sum best!

Vælkomin!

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

»

Scroll to top