Søguløta

Søguløta á bókasavninum

on januar 17 | in Breddin, Kunning | by | with No Comments

Søguløtan hevur verið eitt afturvendandi tiltak í heyst, sum hevur verið serstakliga væl móttikið, og sum vit eru so glað fyri.

Tí hava vit lagt út í kortið beinanvegin, at vit halda fram við tiltakinum í vár.

Aðruhvørja viku verður ein barnasøga lisin upp á bókasavninum – kl. 16:30. Tó eru dagarnir sjálvir ikki fastlagdir – tað verður helst týsdagar og mikudagar at søguløtan verður. Hetta lýsa vit við so líðandi – eisini við hvørjar bøkur verða lisnar.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til søguløtuna – vit hava kaffi til tey vaksnu og okkurt lítið undir tonnina hjá børnunum

 

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top