Skúlabókasavnið

Skúlabókasavnið og fólkabókasavnið halda til í somu hølum við Løkin og hava gott samstarv.

Skúlabókasavnið er ein námsfrøðiligur tænastudepil og –verkstaður og bjóðar tænastur til næmingar, lærarar og onnur starvsfólk í Runavíkar skúla. Endamálið er at stuðla og menna hugin hjá næminginum at lesa og læra, at gera næmingin til ein virknan, sjálvbjargnan bókasavns- og miðlabrúkara. Eisini keypir og umsitur bókasavnið ein part av fakliga tilfarinum, sum lærarar og starvsfólk nýta til undirvísing og til egna førleikamenning.

Upplatingartíðir og starvsfólk

Fyrrapartar virkar bókasavnið sum skúlabókasavn undir ábyrgd av skúlabókavørðunum.

Tveir skúlabókavørðar og eitt hjálparfólk eru knýtt at skúlabókasavninum:

Anja Pálsdóttir, skúlabókavørður                  anja.palsdottir@skulin.fo

Lena Jacobsen, skúlabókavørður                   lena.jacobsen@skulin.fo

Conny Rasmussen, hjálparfólk                       conny@lokin.fo

Lánarakort og lánivegleiðing

Allir næmingar eru skrásettir í bókasavnsskipanini. Næmingar fáa ikki lánarakort við heim, men hava ein persónligan grindil (striku-kotu) í ringbindinum á diskinum. Næmingar eru vælkomnir at læna tilfar og annars brúka bókasavnið fyrrapartar. Næmingar kunnu sjálvir avgreiða síni lán og afturberingar við sjálvláns-skipanini.

Skúlabókasavnið í Glyvra skúla

Skúlabókasavnið á Glyvrum er bert opið fyri skúlanæmingum ávísar tíðir.

Eitt uppslag vísir nær skúlabókavørðurin er til staðar.

Ein skúlabókavørður umsitur bókasavnið: Brynhild W. Djurhuus, skúlabókavørður – brynhild.wurdig.djurhuus@skulin.fo

Partur av Runavíkar kommunuskúla

Skúlabókasøvnini hava eisini sítt pláss á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunuskúla. Trýst her.

on februar 22 | by

Comments are closed.

Scroll to top