barnaval valevni saman - 800px

Barnaval á bókasavninum

on august 23 | in Tíðindi | by | with No Comments

Hvør fær tína atkvøðu?
Barnaval er útskrivað á bókasøvnunum!
Vallyftini eru fjølbroytt – tey snúgva seg m.a. um kelidjór, klemm, smákykt og songartíðir, og valevnini eru kend frá barnabókunum.
Mánadagin 26. august verða atkvøðukassar settir upp á barnabókasøvnunum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 30. aug, tá valstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt, skal man vera ómyndigur og í mesta lagi 12 ár.

Endamálið við barnavalinum er at læra børnini um demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.
Valnevndin vónar, at valluttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at fáa ávirkan á bókasavnið komandi tíðina.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top