coder-boy456789

Børn og ung læra at forrita. Hvønn hósdag fram til jóla

on november 6 | in Tíðindi | by | with 1 Comment

Royndarverkætlan á bókasavninum.

Nú hava børn og ung møguleika at luttaka í einum skeiði, har tey læra seg at forrita, – ella at programmera, sum vit ofta siga. Luttakararnir læra m.a. um, hvussu man byggir eitt spæl, eina heimasíðu, eina app ella annað.

Skeiðið er skipað sum ein KT-verkstova fyri børn og ung, har tey kunnu læra grundleggjandi um forritan á ein stuttligan og kveikjandi hátt. Børn og ung úr 6. til 10. flokki kunnu tilmelda seg verkstovuna, sum verður hildin á Bókasavninum við Løkin. Luttakararnir møtast einaferð um vikuna, 2-3 tímar hvørja ferð, og samanlagt uml. 30 tímar fram til desembur. Næmingar á skúlum í Eysturoynni hava fingið innbjóðing, men onnur aðrastaðni frá eru eisini vælkomin. Tað kostar 200 krónur at luttaka. Tilmeldingarfreistin var 15. septembur. Og byrjað var hósdagin 25. septembur. Tilmelding var umvegis teldupost á: svend@runavik.fo

Upprunaliga var ætlanin at hava pláss fyri 20 luttakarum. Men orsaka av stórum áhuga, - bæði frá luttakarum og undirvísarum, so hava vit nú 40 luttakarar.

Skeiðsleiðarar eru útbúgvin KT-fólk, sum halda hetta vera áhugavert og nýskapandi. Andreas Klein Arnbjerg, sum er útbúgvin Master of IT and communication hevur saman við Svend Højgaard, leiðara á bókasavninum við Løkin, tikið stig til verkstovuna. Undirvísarar verða Jógvan Andersen, leiðari á Faroe Media, Oddfríður Petersen, sum arbeiðir sum forritari hjá Nema og Hansmar Poulsen, sum hevur lisið Multimedie design og er bachelor í Medialogy. Onnur hjálparfólk vera eisini.

Hetta er ein royndarverkætlan, stuðlað av Mentamálaráðnum úr grunninum, sum stuðlar barna- og ungdómsarbeiði.

Nýhugsan á bókasavninum

Fyri børn og ung sum luttaka, er endamálið at geva teimum innlit í og førleikar at forrita, og serliga at kveikja ein áhuga fyri forritan. Tað verður eingin próvtøka ella krav uppá eitt endaligt úrslit. Hinvegin skulu børnini eggjast til at gera okkurt konstruktivt við teir førleikar, ið tey fáa í verkstovuni. Hetta kundi til dømis verið, at tey fara í holt við eitt lítið forrit, eina heimasíðu, eina app ella eitt spæl, sum tey kunnu vísa foreldrum og vinum, og arbeiða víðari við í frítíðini.

Fyri bókasavnið og fyriskipararnar er endamálið meira yvirskipað. Bókasavnið er ein vitanar- og mentanarstovnur, sum arbeiðir við meiri sjálbodnari læring enn útbúgvingarstovnar vanliga gera. Henda verkætlanin er í tráð við tann hugburðin, har tey luttakandi fáa so nógv burturúr, sum tey sjálvi megna í samstarvi við undirvísarar og hjálparfólk. Bókasavnið ynskir eisini at vera karmur um nýskapan, og at vera ein vitanarverkstaður har nýggj hugskot og nýggj rák fáa innivist og kunnu roynast. Henda verkstova er eitt gott dømi um, at bókasavnið nýhugsar, á hvønn hátt stovnurin kann átaka sær ein viðkomandi samfelagsleiklut.

Eitt hugskot til fólkaskúlan

Enn er forritan ikki ein sjálvstøðug lærugrein í føroyska fólkaskúlanum. Eitt altjóða rák er í løtuni, har tað gerst sjónligari og sjónligari, at børn eiga at læra at forrita í ungum aldri, ella í øllum førum kenna eitt sindur til forritan. Sagt verður, at forritan og forstáilsi fyri forritan er ein grundleggjandi førleiki eins og at skriva, lesa og rokna. Samanberast kann við støddfrøði, har ikki øll eru líka stinn, men tey flestu duga at leggja saman, trekkja frá, falda og deila.

Røddir eru frammi um, at tørvur er á at geva KT og forritan betri sømdir í skúlaskipanini. Í Føroyum síggja vit t.d. at í teimum íverksetarauppgávum, sum børn og ung luttaka í, ynskja tey ofta at menna eina app ella gera heimasíður. Men samstundis nevna tey, at øll forritan skal gerast uttanlands. Hetta vísir m.a. at ein tørvur er á betri kunnleika millum børn og ung í Føroyum, um tað at forrita.

Á verkstovuni verður roynt at kveikja og menna børn og ung til eina nútíð og framtíð, har internetið og talgildir miðlar eru ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. KT verður uttan iva ein alsamt stórri partur av gerandisdegnum í framtíðini, umframt at tað eisini beinleiðis kann gerast ein vinnuvegur hjá fleiri og fleiri. Góðar royndir er av líknandi verkætlanum úr øðrum londum. Men hetta er nýtt í Føroyum.

Við hesum átaki á Bókasavninum við Løkin hevur føroyska skúlaskipanin eitt høvi at gera nakrar eygleiðingar, um áhugi er fyri tí.

Íblástur uttanífrá

Tað finnast fleiri líknandi tilboð til børn í londunum rundan um okkum. Hyggja vit til Danmarkar hava tey t.d. Coding Pirates (http://codingpirates.dk/), sum er eitt tilboð fyri børn og teirra foreldur, har tey kunnu læra at programmera t.d. robottar.

Líknandi átøk eru eisini at finna í øðrum londum í øllum heiminum. Eitt heimsumfatandi projekt er CoderDojo (https://sites.google.com/site/egedalcoderdojo/), sum er eitt non-profit átak fyri børnum og verður samskipað av sjálvbodnum fólkið.

Ein netsíða, sum kallast Codecademy.com, er ein síða har møguleiki er at læra nøkur ávís programmeringsmál. Síðan brúkar ´learning-by-doing metodu´, sum kann brúkast til bæði børn og vaksin. Brúkarin ger eina røð av smærri uppgávum og er fyri fólk á absolut byrjanarstøði.

 

Meira um forritan og verkstovur

Fyri tey, sum hava serligan áhuga fyri hesum evni, kunnu vit vísa á nakrar greinar í útlendskum dagbløðum og tíðarritum.

http://www.version2.dk/artikel/nu-skal-alle-5-aarige-englaendere-laere-programmere-52877

http://www.version2.dk/artikel/derfor-skal-1-klasses-elever-i-estland-laere-programmere-47919

http://www.folkeskolen.dk/519757/i-estland-laerer-de-at-programmere-fra-1-klasse

http://www.folkeskolen.dk/530564/enighed-i-uddannelsesverdenen-elever-skal-laere-at-programmere-i-skolen

http://www.folkeskolen.dk/529838/skoleelever-skal-laere-at-programmere

http://politiken.dk/debat/profiler/larsgrarup/ECE1969233/danske-skoleelever-skal-laere-at-programmere/

http://www.version2.dk/artikel/dansk-it-firma-lancerer-it-kurser-boern-53733

http://www.independent.co.uk/news/education/schools/welcome-to-code-club-uk-programme-that-teaches-children-computer-coding-goes-global-8730806.html

http://www.theguardian.com/education/2012/mar/31/why-kids-should-be-taught-code

Pin It

One Response

  1. Jóhannus siger:

    Kanska kunna tit forrita arduino’ir, tí tá hava øll tann sama platformin . Hettar veksur eisini ómetaliga nógv um hvat forritan kann gera, uppá tann mátan, at forriti er ikki bara okkurt ið broytist á einum skermi, men tað kann vera ein motorur ið fer at koyra, ella pera at lýsa, kaffimaskina tendra osf. Forriti kann fáa informatión at arbeiða við, uppá nógvar mátar, til dømis tempratur, ljósstyrkið, strekki til ein lut ella okkurt tíðlíkt.

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top