IMG_4450

Filmar og lesiringar eydnaðust væl

on juni 3 | in Tíðindi | by | with No Comments

Filmvísingar og lesiringar hava verið tvey afturvendandi tiltøk á Bókasavninum við Løkin henda veturin. Undirtøkan hevur verið góð og ætlanin er at halda áfram eftir summarfrítíðina.

Lesiringar á Skálafjørðinum

Tann 14. november 2013 settu vit tríggjar lesiringar á stovn saman við Bókasavninum í Nes kommunu. Undirtøkan hevur verið sera góð, og hava millum 20 og 30 luttakarar hittst uml. sættu hvørja viku. Vit hava verið aðruhvørja ferð á Toftum og í Runavík. Vanliga hava vit havt tríggjar ymiskar bøkur á skránni til hvørja ferðina, og tí sitið í trimum bólkum og tosa um lisnar bøkur.

Luttakararnir eru sera trúgvir, og hava saman við bókasøvnunum avgjørt at halda áfram eftir summarfrítiðina. Vit vænta at byrja aftur um miðjan september. Nýggir luttakarar eru hjartaliga vælkomnir, og kunnu tekna seg við at senda teldupost til svend@runavik.fo ella ringja til Bókasavnið við Løkin, og upplýsa navn og teldupostadressu. Luttøkan er ókeypis.

Hesar bøkur eru lisnar í vetur:

9. januar 2014:

Kim Leine: Profeterne i Evighedsfjorden.
Graeme Simsion: Projekt Rosie.
Malala Yousafzai: Jeg er Malala.

20. februar 2014:

Jóanes Nielsen: Brahmadellarnir.
Páll Nolsøe: Brot.
S. J. Watson: Før jeg lukker øjnene.

3. apríl 2014:

Jonas Jonasson: Analfabeten der kunne regne.
Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars.
Tatiana de Rosnay: Sarahs nøgle (De kaldte hende Sarah)

20. mai 2014:

Heðin Brú: Feðgar á ferð.
Anne-Cathrine Riebnitzsky: Forbandede yngel.
Kristin Marja Baldursdóttir: Karitas uden titel.
Gillian Flynn: Kvinden der forsvandt.

Týdningarmiklir filmar

Filmsýningar hava eisini verið á skránni hjá bókasavninum í vetur. Hetta er eitt samstarv millum Filmsfelagið KLIPP, Norðurlandahúsið, Løkshøll og Bókasavnið við Løkin. Síðani 20. november 2013 hava vit víst 7 útvaldar norðurlendskar filmar. Vanliga fáa norðurlendskir filmar ikki somu fjølmiðlaumtalu, sum td. amerikanskir filmar. M.a. av hesi orsøk verða norðurlendskir filmar ikki raðfestir høgt í kykmyndahallum, sum skulu hugsað um at skapa inntøkur og yvirskot. Bókasavnið hevur ein annan hugsanarhátt. Vit skulu skapa eina ørvísi inntøku og eitt ørvísi yvirskot. Vit skulu bjóða fólki eina mentanarliga- ella vitanarliga inntøku. Norðurlendskir filmar eru mangan sera viðkomandi fyri okkum føroyingar, har vit kenna okkum aftur í evnum, trupulleikum og umstøðum í filminum. So hóast bókasavnið samanlagt hevur eina útreiðslu av filmvísingunum, so halda vit, at tað hevur stóran týdning at slíkir filmar vera vístir.

Undirtøkan fyri hesum filmum hevur verið misjøvn. Til onkran film hava eini 30 verið og hugt, og aðrar ferðir niður til eini 5 fólk. Fleiri gestir hava tó vitja aftur og aftur. Bókasavnið takkar Norðurlandahúsinum, Filmsfelagnum KLIPP og Løkshøll fyri gott samstarv, og vit vóna at kunna halda fram við slíkum filmsvísingum komandi vetur.

Hesir filmar eru vístir í vetur:

Reinsan (FI)
Dýpið (IS)
Málmhøvd (IS)
Julia (SV)
Vit eru best (SV)
Eg eri tín (NO)
Pionerur (NO)

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top