NBCC Runavík

Framsýning: 20 arkitekta-tekningar á bókasavninum.

on februar 3 | in Tíðindi | by | with No Comments

4 uppskot eru komin víðari í Nordic Built Cities Runavík kappingini.

Ein dómsnevnd hevur valt tey fýra uppskotini, sum skulu kappast um at vinna kappingina Nordic Built Cities Runavík.

Seinasta summar vann Runavíkar Kommuna rættin at umboða Føroyar í Nordic Built Cities kappingini. Avbjóðingin, sum teir luttakandi arkitektarnir skuldu loysa vegna Runavíkar Kommunu, snúi seg um kendu føroysku avbjóðingina – hvussu vit frægast kunnu byggja í brattlendi – ítøkiliga í økinum millum Blikagøtu og Hjallaveg í Saltangará.

20 uppskot komu inn í heyst – úr Føroyum, Norðurlondum og Evropa, og hevur ein lokal dómsnevnd nú mett um tey, og valt 4 teirra út. Fyritøkurnar handan uppskotini skulu arbeiða víðari við teimum, og verður síðani mett um tey av nýggjum í summar, og ein endaligur vinnari funnin.

Uppskotini, ið komu víðari í fyrstu atløgu, vóru hesi:

  • “Strip Horizon” við Cuartoymitad Architecture & Landscape úr Spania/Bretlandi
  • “Built Enclosure – Natural Connection” við Mass Lab úr Portugal
  • “Hygge” við Hyde Architects úr Wales
  • “The Eyes of Runavík” við White Architects úr Danmark

Øll tey 20 forvitnisligu uppskotini verða sýnd fram á Bókasavninum við Løkin frá mikudegi 3. februar. Eisini ber eisini til at síggja uppskotini  á heimasíðuni hjá kappingini www.nbccrunavik.com og á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu á www.runavik.fo

Nordic Built Cities kappingin fevnir um 6 lokalar kappingar í Norðurlondum. Kappingin er partur av Nordic Built Cities skipanini, sum hevur til endamáls at menna, sýna fram og útflyta nýskapandi norðurlendskar loysnir fyri liviligar, framkomnar og burðardyggar býir.

Nordic Built Cities er ein sonevnd “vita-skipan” í norðurlendska samstarvs skipanini fyri nýskapan og vinnupolitik 2014-2017 undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Danmark hevur yvirskipaða ábyrgd fyri skipanini og hevur ábyrgd fyri, at hon verður sett í verk í samstarvi við hinar norðurlendsku stjórnirnar og Norðurlendska Ráðharraráðið. Nordic Innovation hevur ábyrgd av skapan og stýring av Nordic Built Cities skipanini, m.a. Nordic Built Cities kappingini.

Dagur og Vika vitjaði á bókasavninum og gjørdi hetta innslagið:

http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/11/20160211runavikskallokka#.VsCCmVLQqHc

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top