hvalur

Fyrilestrar í samstarv við Løkshøll

on marts 1 | in Tíðindi | by | with No Comments

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum á bókasavninum og í Løkshøll.

Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Fyrilestrarnir eru ókeypis, og ein drekkamuður er at fáa í steðginum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top