20130913_vangamyndin_462

Jan Rasmussen beinleiðis við Løkin 17. juni.

on juni 1 | in Tiltøk, Tíðindi | by | with 1 Comment

Runavíkingurin Jan Rasmussen verjir Ph.D. ritgerð 17. juni kl 13.00.

Møguleiki verður at fylgja við í Runavík tá Jan Rasmussen verjir sína Ph.D. ritgerð á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn. Bókasavnið við Løkin og Landssjúkrahúsið hava avtalað at vísa frá serligu løtuni beinleiðis umvegis videofundartøkni. Soleiðis ber til hjá fólki at møta á Bókasavninum við Løkin og fáa sæti í eini skúlastovu, og har hoyra og síggja á einum skýggja, hvussu ein slík verja fer fram.

Tað er týsdagin tann 17. juni kl. 13. at verjan av Ph.D. ritgerðini “Primary Carnitine Deficiency in the Faroe Islands – an epidemiological and clinical study” vanliga kallað “CTD verkætlanin” verður í Veitsluhøllini, Eirargarður 7 á Landssjúkrahúsinum. Tað er læknin Jan Rasmussen frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, ið fer at verja ritgerðina, ið er úrslit av kanningararbeiði seinastu trý árini. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein Ph.D. verkætlan í læknafrøði verður vard á Landssjúkrahúsinum.

Fyrst kemur Jan Rasmussen at hava eina framløgu í 45 minuttir um úrslitini frá verkætlanini um CTD, og síðani fáa próvdómararnir høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Verjan verður á enskum máli. Próvdómarar til verjuna vera: Prof. Gunnar Gislason og Jacob Møller frá Danmark, og Prof. Nicola Longo úr USA.

Jan Rasmussen hevur verið innskrivaður á lærda háskúlanum í Keypmannahavn sum Ph.D. lesandi síðani 2011 og hevur samstundis verið fast knýttur at Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Granskingarráðið og privatur stuðul hava fíggjað verkætlanina.

Verjan er almenn og øll áhugaði eru vælkomin, bæði í Havn og í Runavík.

Pin It

One Response

  1. Svend siger:

    14 fólk møttu við Løkin fyri at uppliva Jan Rasmussen verja sína Ph.D. ritgerð. Verjan fór fram á Landssjúkrahúsinum og var varpa umvegis videofundartøkni til Runavíkar. Vit takka Landssjúkrahúsinum fyri samstarvið.

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top