Vónbjørt Vang vitjar lesiringin 17 sept 2015

Lesiætlan fyri 2015-16 – Dagført yvirlit

on december 25 | in Tíðindi | by | with No Comments

“At lesa er ikki ein flýggjan frá veruleikanum. Heldur tvørturímóti. Við at lesa nærkast tú veruleikanum og gerst betur førur fyri at skilja og sansa veruleikan.”

Nakað soleiðis segði Vónbjørt Vang, rithøvundur v.m. í kvøld – hetta fyrsta lesiringskvøldið í vetur. Hon var gestur hjá felags lesiringinum hjá bókasøvnunum á Toftum og í Runavík. Í kvøld vóru vit eini 10, sum møttu. Vanliga eru vit í minsta lagi dupult so nógv, og eini 40 eru á listanum. Tó eru nýggir lesarar sera vælkomnir. Tað er bara at møta upp næstuferð!

Lesiætlan fyri veturin 15/16

Dagført tann 2. februar 2016

Vit hava gjørt eina ætlan yvir nær vit møtast og hvat vit kunnu lesa.

Til komandi ferð - hóskvøld 29. okt. á Toftum – kunnu luttakararnir velja at lesa eina av hesum trimum bókum:

Út at stjala ross (Per Petterson) – bókasavnið hevur fleiri eintøk.
Eydnufelagið (Amy Tan) – bókasavnið hevur fleiri eintøk.
Denne dag et liv. Astrid Lindgren-biografi. (Jens Andersen). – bókasavnið eigur ikki hesa, – enn.

10.12.2015 – í Runavík

David Lagerkranz: Det der ikke slår os ihjel (2015, 4. milleniumbókin)
Maria Ernestam: Altíð hjá tær (2008, fø-2012)
Mette Fugl: Fra koncepterne (2014)

21.01.2016 – á Toftum

Vitjan av Tóru Tóroddsdóttir, rithøvundi, sum saman við manni sínum Martin Næs, hevur týtt bókina ´Undir egið borð´. Tóra greiddi frá um verkið og rithøvundan.
Halldór Laxness: Undir egið borð (1934-35, fø-2007)

03.03.2016 - í Runavík

Iben Mondrup: Godhavn (2014)
Harper Lee: Sæt en vagtpost ud (1959/2015 – Dræb ikke en sangfugl)
Halldór Laxness: Garpatáttur (1952, fø-2002)

14.04.2016 – á Toftum

Anthony Doerr: Alt det lys vi ikke ser (2015)
Halldór Laxness: Salka Valka ( 1931-32, fø-2005)

 

Onnur uppskot eru eisini frammi. Tí kunnu broytingar koma fyri. Og nýggj uppskot eru altíð vælkomin.

Vit gleða okkum til at fara undir triðja veturin í hesum lesiringi.

Vinarliga heilsan
Søs, Lis, Conny og Svend

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top