Lesiringurin

Lesiringurin møtist sættu hvørja viku

on november 6 | in Tíðindi | by | with No Comments

Lesiringurin veturin 2014/2015

Annað árið hjá lesiringinum er nú farið í gongd. Hetta er ein felags lesiringur hjá bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin. Vit eru 39 luttakarar á listanum í løtuni, men fleiri eru vælkomin aftrat. Luttakararnir eru úr øllum bygdunum kring Skálafjørðin og onkur aðrastaðni frá. Vit hittast uml 6. hvørja viku, skiftuvís á Toftum og í Runavík. Luttakararnir velja ímillum 3-4 ymiskar bøkur at lesa til hvørja ferð. Tá vit hittast sita vit í 3-4 bólkum, og eru saman við teimum, sum hava lisið somu bók.

Veturin í ár byrjaði við tveimum rithøvundavitjanum. Í september vitjaði Sólrún Michelsen á bókasavninum í Nes kommunu. Og í oktober vitjaði danska Lisbeth Nebelong á Bókasavninum við Løkin. Vit hava fingið fleiri nýggjar luttakarar til henda veturin, og eru vit nú komin uppá 39. Hetta halda vit vera sera hugaligt.

Skráin fyri veturin er henda:

4. sept. kl 19.00 – Toftir v/Sólrún Michelsen

2/7. okt. Kl 18.00 – Við Løkin v/Lisbeth Nebelong

13. nov. Kl 19.00 – Toftir

8. jan. Kl 19.00 – Við Løkin

19. feb. Kl 19.00 – Toftir

9. apr. Kl 19.00 – Við Løkin

21. mai kl 19.00 – Toftir

So er summarfrí.

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top