Fjarlestur í kjallaranum á gomlu politistøðini

Lestrarumstøður í jólafrítíðini

on december 4 | in Tíðindi | by | with No Comments

Lesandi, sum hava tørv á arbeiðsumstøðum í jólafrítiðini, fáa nú atgongd til hølir í Runavík.

Tað er Bókasavnið við Løkin, sum vegna Runavíkar kommunu umsitur hølini og bjóðar tilboðið fram. Hetta verður í kjallaranum á gomlu politistøðini í Runavík, har bókasavnið í løtuni skipar fyri fjarlestri.

Hetta er serliga eitt tilboð til teirra, ið eru heima í Føroyum í jólafrítíðini, og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða. Men eisini fyri lesandi í Føroyum, sum td. á Fróðskaparsetri Føroya, kann hetta vera eitt hent stað, har tey kunnu savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi um jólini. Hølini hava bæði smærri og størri rúm, wc og køk, umframt tráðleyst internetsamband. Tænastan er ókeypis at brúka.

Eitt aðalmál hjá Bókasavninum við Løkin er at skapa umstøður til lesandi og vera teirra sparringspartnari. Tí fegnast bókasavnið um møguleikan at bjóðað hesa nýggju tænastuna, sum tørvur og eftirspurningur hevur verið á í nøkur ár.

Atgongd fæst til hølini eftir avtalu við at venda sær til bókasavnið á telefon 288900 ella á teldupost svend@runavik.fo.

————-

Kringvarpið, sendingin Surk, ringdi til bókasavnið tann 5. desember 2015 og gjørdi samrøðu um tilboðið um lestrarumstøður. Hoyr samrøðuna tá sendingin er komin fram til 01.34.00.
http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/12/05/surk-051215#.VmbQgY0nyM8

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top