Forritan, skeið

Mál fyri 2015 á bókasavninum

on marts 26 | in Tíðindi | by | with No Comments

Við útgangsstøði í farna ári og við atliti til lógarfesta endamálið hjá fólkabókasøvnum, hevur bókasavnið við Løkin sett sær nøkur ítøkilig mál fyri 2015. Bókasavnið lat alment upp í august 2012, og er tískil á mangan hátt framvegis eitt nýtt tilboð til borgaran. Tað er ein avbjóðing at gera bókasavnið til ein náttúrligan part av dagliga lívinum hjá fólki. Í 2015 hava vit tí valt at seta okkum mál, sum stendur á trimum beinum:

  • Geva okkara vitjandi og brúkarum góða tænastu og góð upplivilsir.
  • Halda fast við afturvendandi tiltøk, sum knýta fólk at bókasavninum.
  • Vera sjónlig og týðilig inni á bókasavninum og á netinum.

Innrætting

Rúmið verður innrættað og skipað soleiðis, at tað kann virka sum:

  • Skúlabókasavn
  • Fólkabókasavn
  • Forhøll til Løkshøll (tit tey smærru tiltøkini, har tað er hóskandi at fólkini ganga inn gjøgnum bókasavnið)
  • Betra um umstøður til listaframsýningar.

Heimasíðan og netið

  • Halda fram at vera virkin og sjónlig á netinum, bæði á www.lokin.fo, á facebook og við tíðindaskrivum til aðrar portalar og heimasíður.

Røkta tilfarsstovn

  • Halda fram við regluligum og skipaðum innkeypi av tilfari

 

Afturvendandi tiltøk

Videofundarhøli

  • Halda fram og menna samstarvið við Fróskaparsetrið í sambandi við fjarlestur.
  • Marknaðarføra møguleikan at brúka høli og útgerðina til onnur endamál, so sum videofundir.

Lesiringar

  • Halda fast og styrkja hetta virksemi.

Filmsýningar

  • Taka samstarv upp aftur við Løkshøll, Norðurlandahúsið ella onnur um at vísa góðar filmar, sum ikki longur eru inntøkugrundarlag hjá øðrum biografum.

Skeið í forritan

  • Byrja nýtt skeið í september fyri børn og ung. Kanska í samstarvi við kvøldskúlan.

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top