Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu

Metnógv tiltøk, og javnt alment útlán

on marts 14 | in Tíðindi | by | with No Comments

Ársfrágreiðing fyri 2015.

Bókasavnið við Løkin hevur í 2015 lagt seg eftir at fyriskipa fjølbroytt og afturvendandi tiltøk í samstarvi við áhugaðar partar. Og serliga hevur dentur verið lagdur á at menna tilboð, sum onnur ikki bjóða, og sum ikki er í økinum frammanundan. Alt hetta í tráð við endamálið hjá bókasavninum, sum er at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.

Ársskiftið er tíðin, har eftirmetingar verða gjørdar. Bókasøvn meta um sítt virksemi eftir einum fjøltáttaðum málistokki. Vit hyggja vanliga at hagtølum fyri bókaútlán og tal av vitjandi. Men bókasavnsvirksemi í dag er meira fjøltáttað enn fyrr, og meira verður gjørt burturúr øðrum virksemi, sum eisini fremur endamálið hjá bókasavninum.

Farna árið hevur Bókasavnið við Løkin m.a. lagt seg eftir at skapa samstørv við feløg, stovnar og borgarar um afturvendandi tiltøk. Talan er um fjølbroytt virksemi fyri ymiskar málbólkar. Haraftrat hevur bókasavnið verið ein opin pallur til onnur áhugaði, at skipa fyri fundum, framløgum, konsertum o.l. Listin yvir tiltøk er langur og kann síggjast á lokin.fo.

Tey afturvendandi tiltøkini, sum bókasavnið serliga hevur lagt dent á í 2015, eru lýst niðanfyri.

LESIRINGUR er í samstarvi við Bókasavnið í Nes kommunu. Eini 20 luttakarar hittast uml 6. hvørja viku, og bókasøvnini skiftast um at vera vertir. Hetta heldur fram í 2016.

FJARLESTUR er í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Eini 10 læraralesandi á fyrsta ári sótu í kjallaranum á gomlu politistøðini í Runavík hvønn mánadag og mikudag. Tey fingu undirvísing umvegis internetið og eina videofundarútgerð, soleiðis at undirvísarin og tilfar sást á stórskermi í Runavík. Hetta heldur eftir ætlan eisini fram í 2016.

SKEIÐ Í FORRITAN fyri børn og ung varð í ár í samstarvi við Kvøld og Ungdómsskúlan í Runavíkar Kommunu. Her hittust eini 20 dreingir og gentur frá 6. til 10. flokk hvønn hósdag frá kl 16 til 18. Luttakararnir vóru frá fleiri bygdum og býum kring allan Skálafjørðin, men eisini td. úr Hósvík, Havn, Gøtu og Klaksvík. Hetta var annað árið at skeiðið varð, og vænta vit, at tilboðið verður aftur í 2016.

SUMMARTÓNAR er Føroya elsti tónleikafestivalur við konsertum kring alt landið. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum skipar fyri, og í 2015 fekk bókasavnið við Løkin høvið at taka ímóti 5 summarkonsertum. Hetta samstarv ynskja vit at halda fram við.

MENTANARVIKAN SKÝMING er árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu. Bókasavnið hevur tætt samstarv við Løkshøll um virksemið hesa vikuna í oktobur, og geva stovnarnir soleiðis sítt ískoyti til samlaðu skránna.

ELDRADAGAR er nýtt samstarv, sum bókasavnið hevur fingið við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu. Hetta eru almenn týsdagstiltøk har eldri hittast til ein fyrilestur, sang, drekkamunn og prát umleið sættu hvørja viku. Undirtøkan er sera góð, og er ætlanin at halda áfram við hesum.

SAMBINDING – ALTJÓÐA BINDIKLUBBI. Í desember 2015 hevur bókasavnið eisini tikið av tilboði um samstarv við kvinnur á Skálafjørðinum og Reyða kross Føroyar, um at leggja høli til ein altjóða bindiklubb. Hetta fór av bakkastokki í januar 2016.

Samstarv millum skúlan, Løkshøll og bókasavnið.

Tríggir sjálvstøðugir stovnar eru í sama bygningi við Løkin. Talan er um Skúlan við Løkin, Løkshøll og Bókasavnið við Løkin, sum samstarva nógv og væl. Bókasavnið við Løkin er bæði skúla- og fólkabókasavn, og er soleiðis ein partur av skúlanum og eitt amboð í gerandisdegnum hjá lærarum og næmingum. Fólkabókasavnið stendur fyri tí almenna virkseminum. Løkshøll er eisini undir somu lon, og er nógv samstarv millum bókasavnið og Løkshøll. Serliga tá størri tiltøk eru, sum t.d. undir mentanarvikuni, royna vit at tey vitjandi skulu uppliva okkum sum eitt samla mentanarhús. Hetta trýpartasamstarv ynskja vit at menna og styrkja framyvir.

Javnt alment útlán

Verður hugt at hagtølum fyri útlán, so kunnu vit staðfesta, at almenna útlánið av bókum er nøkunlunda javnt í mun til undanfarna ár. Men útlánið til fólkaskúlanæmingar er lækkað nógv.

Samlaða útlánið í 2015 fyri bæði skúla- og fólkabókasavnið var 10.578, og var hetta talið 13.538 í 2014. Almenna útlánið til vaksin og lesandi var 2.976 í 2015, og var hetta talið 3.213 í 2014. Tvs. ein lítil lækking á 237 bøkur. Skúlanæmingar læntu 5.800 bøkur í 2015 í mun til 8.269 bøkur í 2014. Hetta er eitt stórt tal, og hevur ymiskar orsøkir, so sum broytingar í undirvísingarkrøvum, upplatingartíðir o.a. Samlaði bókastovnurin við Løkin og á Glyvrum øktist frá 30.698 eintøkum í 2014 til 32.097 í 2015.

Samanumtikið eru vit nøkunlunda nøgd við talið fyri almenna útlánið, men kundu ynskt at skúlalánini vóru fleiri.

Gott mót

Samanumtikið eru vit væl nøgd við 2015. Vit ætla at halda fast við tey afturvendandi tiltøkini og styrkja hesi samstørv. Tað er eisini átrokandi at finna ein lagaligan leist, so at bókasavnsrúmið betri kann nøkta tørvin hjá skúlanum, Løkshøll og fólkabókasavninum – og hjá teim tíggjutals málbólkum, sum hesir stovnar venda sær til. Hetta hevur hægstu raðfesting í 2016.

Ársfrágreiðingar og yvirlit yvir tiltøk farin ár kunnu lesast á heimasíðuni hjá bókasavninum á www.lokin.fo við at trýsta á hetta leinki: http://lokin.fo/folkabokasavnid/soga-og-virksemi/

10. mars 2016

Svend Højgard, leiðari

Bókasavnið við Løkin

Fartelefon: 288900

Teldupostur: svend@runavik.fo

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top