17155315_769619473196482_3961842646805772762_n

Opið aftur eftir summarsteðg

on august 18 | in Tíðindi | by | with No Comments

Bókasavnið er opið aftur sum vanligt, eftir ein summarsteðg.
Upplatingartíðirnar eru frá kl 13.00 til 18.00 mánadag til fríggjadag.
Vitjandi eru sera vælkomin.
Og minst til at vit hava kaffi og te á borðinum, ókeypis.

Bókasavnið kunnar eisini um ymskt á facebook, har vit hava bæði eina síðu og ein bólk.
Síðan eitur: Bókasavnið við Løkin
Her koma tíðindir og ymisk kunning um okkara bókasavn ella bókasavnsvirksemi sum heild.

Bólkurin eitur: Bókasavnið við Løkin, Conny kunnar.
Her verða vanliga tríggjar bøkur viðmældar hvønn fríggjadag. Tilmelda teg bólkin, so fært tú lesihugskot einaferð um vikuna.

Vinarliga

Conny og Svend

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top