Rithøvundar á vitjan - mynd

Rithøvundar á vitjan 4. sept. og 2. okt.

on juli 5 | in Tiltøk, Tíðindi | by | with No Comments

Felags lesiringurin hjá Bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin fær tvær áhugaverdar rithøvundavitjanir eftir summarsteðgin.

Sólrun Michelsen hóskvøldið 4. september á bókasavninum í Nes kommunu.

Lisbeth Nebelong hóskvøldið 2. oktober á Bókasavninum við Løkin.

Hetta vera almenn tiltøk, har rithøvundarnir fara at tosa um sínar bøkur og tey evnir og viðurskiftir, sum bøkurnar viðgera. Tey, sum møta, fáa høvi at seta spurningar og fáa eitt hugnaligt prát. Bókasavnið bjóðar ókeypis drekkamunn. Av tí at tað eru tveir og tríggir mánaðir til tiltøkini vera hildin, so er møguleiki hjá áhugaðum at fyrireika seg við at lesa onkrar av bókunum hjá rithøvundunum.

Sólrún Michelsen hevur m.a. skriva bókina ´Hinumegin er mars´. Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina. Bókin hevur fingið sera góð ummælir.

Lisbeth Nebelong hevur givið tríggjar samanhangandi bøkur út. Tær eru “Når engle spiller Mozart”, “Færøblues” og “Møde i mol”, sum er ein kærleikssøga um donsku Lisu og føroyska Kára. Lisa er dóttir ríkisumboðsmannin, og hon flytir við familjuni til Føroya, tá hon er hálvvaksin. Beiggi Lisu, sum eitur Erik, gerst vinur við Kára. Fyrstu ferð Lisa hitti Kára, var, tá hon sum barn var og ferðaðist í Føroyum. Longu tá var eitt serligt samband teirra millum. Tey gerast góð, tá hon flytir sum hálvvaksin til Føroya. Tá Lisa er liðug í Studentaskúlanum í Hoydølum, fer hon til Danmarkar at lesa víðari. Av tilvild hittir hon Kára 25 ár seinni, tá hon skal halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum, og hann skal spæla til eina konsert kvøldið fyri. Kári býr nú í Stavanger og arbeiðir sum tónleikari. Í “Når engle spiller Mozart” er tað Lisa, ið sigur frá, meðan Kári fortelur í “Færøblues”. Í “Møde i mol” hittast Lisa og Kári aftur, tá Lisa fer til Føroyar at halda sín 50 ára føðingardag. Umframt kærleikssøguna lýsir høvundin eisini kenslur hjá føroyingum og samleikaspurningar og kenslur hjá dønum viðvíkjandi hesum. Tónleikur hevur ein týðandi lut í øllum trimum bókunum og er eisini í bókaheitunum. Høvundin flutti til Føroyar sum barn, tí pápin skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Sum 18 ára gomul kom hon aftur til Føroya at arbeiða sum læraravikarur. Hennara alskur til Føroyar og føroysku náttúruna sæst týðiliga í bókunum.

Meira verður at frætta um tiltøkini eftir summarsteðgin.

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top