Microfilmlesari

Talgilda nú føroysku bløðini

on maj 14 | in Tíðindi | by | with No Comments

Hósdagin 8. mai 2014 skrivaðu Søvn Landsins og Statsbiblioteket í Århus undir sáttmála um talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum, sum eru á goymslu á Landsbókasavninum. Endamálið at talgilda mikrofilmarnar, er fyrst og fremst at varðveita teir betur fyri eftirtíðina. Við at talgilda mikrofilmarnar verður tað nú gjørligt at lesa talgildu bløðini á teldu, og møguleiki verður eisini at leita í prentaða tilfarinum.

Hent amboð

Bløðini verða nógv brúkt í arbeiðnum hjá teimum, sum skriva greinir og bøkur um eitt nú skip, bygdasøgu og ítrótt. Í bløðunum eru nógvir upplýsingar um fólk, tíðindi og greinir um samfelag og politkk umframt alt kjakið í lesarabrøvunum. Og gomlu lýsingarnar siga ivaleyst eisini eitt sindur um tíðina, ið var.

Tað verða talgild 18 bløð í hesi verkætlanini. Hetta eru bløð, sum eru úkomin frá 1877 til 1999, teirra millum øll tey stóru bløðini so sum Dimmalætting, Sosialurin, Dagblaðið, 14. September, Norðlýsið, Oyggjatíðindi og Tingakrossur.

Slitnir mikrofilmar

Talgildingin kemur í tøkum tíma, tí gomlu mikrofilmarnir eru slitnir, og lesitólini eru gomul og krevja ábøtur. Sjálv talgildingin fer fram longu í vár, og so er eftir at gera tilfarið teldutøkt. Talgildu bløðini verða atkomulig hjá almenninginum í 2014, og kostnaðurin fyri alla verkætlanina at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum fer at vera umleið 800.000 kr.

Landsbókasavnið hevur frammanundan talgilt fleiri av eldru føroysku bløðunum. Hetta er gjørt í verkætlanini tíðarrit.fo (www.tidarrit.fo) Higartil eru 23 bløð talgild í hesi verkætlanini. Hesi eru:

Arbeiðið (1934)

Búnaðarbløð (1903-1904)

Búreisingur (1902)

Dúgvan (1894-1925 og 1941-1942)

Fjarðbúgvin (1970-1975)

Fríu Føroyar (1942-1948)

Fróðskaparrit (1952-2010)

Fuglaframi (1898-1902)

Færingetidende (1852)

Færøernes Kundgørelsessamling/Føroya Kunngerðasavn (1940-1947 og 1948-2002)

Færøsk Kirketidende/Kirkjutíðindi (1890-1906)

Færøsk lovregister/Lovregister for Færøerne (1965-2011)

Føringatíðindi (1890-1906)

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne (1908-1918)

Norðlýsi (1915-1920)

Oyggjarnar (1905-1908)

Ólavsøku-teiti (1892-1943)

Tíðindablaðið (1974-1975)

Tímin (1943-1946)

Ungu Føroyar (1907-1915)

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top