runavik-01-736x460

The Eyes of Runavík fekk triðju virðisløn – framsýning á bókasavninum

on november 4 | in Tíðindi | by | with No Comments

Framsýning er á bókasavninum av teimum trimum fremstu arkitektauppskotunum í føroysku kappingini.

Trý av uppskotunum, sum vórðu send inn til lokalu kappingina í Føroyum, “Built Enclosure – Natural Connection” við Mass Lab úr Portugal, “Hygge” við Hyde Architects úr Wales og førosyki vinnarin “The Eyes of Runavík” við White Architects eru sýnd fram á bókasavninum í hesum døgum.

Hugaligt er eisini at vita, at EM ráðgeving, sum hevur skrivstovu her í kommununi, var við í samstarvinum, sum gjørdi uppskotið ´Hygge´.

Hesi tíðini eru at lesa á www.runavik.fo

Runavíkar kommuna hevur seinasta árið tikið lut í kappingini Nordic Built Cities Challenge, NBCC, sum verður fyriskipað av Nordic Innovation, sum er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Seinnapartin í gjár var finala í kappingini, og fleiri enn 200 gestir vóru komin saman í konserthúsinum hjá Danmarks Radio í Keypmannahavn at heiðra vinnarunum av Nordic Built Cities. Skráin fevndi um einar tveir tímar av innsløgum, harímillum eitt pallborð, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri luttók.

At enda var samanlagdi vinnarin avdúkaður. Vinnari gjørdist “The Soul of Nørrebro”, og onnur virðisløn, sum Sirið Stenberg handaði, fekk “Co-op City” og Espoo í Finnlandi.

Vinnandi uppskotið í lokalu kappingini í Runavík, “The Eyes of Runavík” hjá White Arkitektum, vann triðju virðisløn á 300.000 norskar krónur.

https://youtu.be/LD3dqzW918A

Tilsamans komu inn 148 uppskot til teir seks býirnar og 19 uppskot til loysnir vóru við í finaluni í dag.

Runavíkar kommuna vann rættin at umboða Føroyar í norðurlendsku kappingini á sumri 2015. Avbjóðingin, sum teir luttakandi arkitektarnir skuldu loysa vegna Runavíkar Kommunu, snúi seg um kendu føroysku avbjóðingina – hvussu vit frægast kunnu byggja burðardygt og á nýskapandi hátt í brattlendi – ítøkiliga í økinum millum Blikagøtu og Hjallaveg í Saltangará.

20 uppskot komu inn á heysti 2015 – úr Føroyum, Norðurlondum og Evropa, og metti ein lokal dómsnevnd síðani um tey, og valdi 4 teirra út. Fyritøkurnar handan uppskotini skuldu arbeiða víðari við teimum fram til summarið 2016, og varð síðani mett um tey av nýggjum, og ein endaligur vinnari funnin.

Uppskotini, ið komu víðari í fyrstu atløgu, vóru “Strip Horizon” við Cuartoymitad Architecture & Landscape úr Spania/Bretlandi, “Built Enclosure – Natural Connection” við Mass Lab úr Portugal, “Hygge” við Hyde Architects úr Wales og “The Eyes of Runavík” við White Architects úr Danmark.

Á sumri 2016 var verkætlanin “The Eyes of Runavík” hjá White Architects kosin lokalur vinnari í Føroyum.

Trý av uppskotunum, sum vórðu send inn til lokalu kappingina í Føroyum, “Built Enclosure – Natural Connection” við Mass Lab úr Portugal, “Hygge” við Hyde Architects úr Wales og førosyki vinnarin “The Eyes of Runavík” við White Architects úr Danmark kappaðust í dag við uppskot frá kappingunum í hinum norðurlondunum um endaliga heiðurin at gerast samlaður vinnari í Norðurlondum. Uppskotini vórðu mett í mun til:
– Hvussu væl tey loystu uppgávuna. (The Charter)
– Hvussu nýskapandi loysnirnar vóru. (Innovative solution)
– Menningar- og útflutningsmøguleikar. (Development and export potential)

Nordic Built Cities kappingin fevnir um 6 lokalar kappingar í Norðurlondum. Kappingin er partur av Nordic Built Cities skipanini, sum hevur til endamáls at menna, sýna fram og útflyta nýskapandi norðurlendskar loysnir fyri liviligar, framkomnar og burðardyggar býir.

Nordic Built Cities er ein sonevnd “vita-skipan” í norðurlendska samstarvs skipanini fyri nýskapan og vinnupolitik 2014-2017 undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Danmark hevur yvirskipaða ábyrgd fyri skipanini og hevur ábyrgd fyri, at hon verður sett í verk í samstarvi við hinar norðurlendsku stjórnirnar og Norðurlendska Ráðharraráðið. Nordic Innovation hevur ábyrgd av skapan og stýring av Nordic Built Cities skipanini, m.a. Nordic Built Cities kappingini.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top