Føroyskur samleiki er evnið á framsýning við fjølbroyttum listaverkum, sum letur upp á Bókasavninum við Løkin hóskvøldið klokkan 20.00.
Framsýningin hevur fingið heitið: Verk úr samleikasavninum, og er tað Ole Wich og Edward Fuglø, sum eiga verkini. Talan er bæði um trýdimensional verk gjørd av hoyggi, lorti, burturbeindum viði og gerandisvørum, men eisini málningar, ið Bókasavnið við Løkin eigur frammanundan. Trý av verkunum vóru á Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum í ár og eitt var á Várframsýningini í 2012.
Framsýningin er opin tá bókasavnið er opið, sum er gerandisdagar frá klokkan 13.00 – 18.00. Seinasti dagur er fríggjadagin 4. september.
Framsýningin letur upp samstundis sum summartónar vitja bókasavnið við sermerktari konsert har Yggdrasil spælir tónleik, ímeðan listamaðurin Anders Hjuler málar á pallinum. So lagt er upp til eitt áhugavert og serligt kvøld á bókasavninum hetta hóskvøldið.
« Konsert og máliverkstaður í sama tiltaki Hvussu fær man norðurlendskan mentanarstuðul? – 27. aug. kl 19.00. »