vv

Vísindavøka á ferð 19. sep. kl. 19.30

on september 13 | in Tiltøk, Tíðindi | by | with No Comments

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.

Framløgurnar á Bókasavninum við Løkin eru

Hilmar Simonsen, Fróðskaparsetrið: Hava vit meiri vind í Føroyum nú enn fyrr?

Anfinnur Johansen, Fróðskaparsetrið: Føroysk fólkanavnagáva síðstu fjórðingsøld

Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi: Er heita vatnið í Kollafirði burðardygt?

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum

 

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top