IMG_2930

Vitan á breddan í 2014

on maj 19 | in Tíðindi | by | with No Comments

Vitan og vitanararbeiðarin á breddan í 2014

Eins og í fjør hava vit sett okkum mál fyri 2014 á Bókasavninum við Løkin. Málini fyri 2013 vóru at knýta samstørv, hava fjølbroytt virksemi og gera bókasavnið sjónligt í miðlum og nærumhvørvinum. Hóast hesi mál eisini vera raðfest høgt í 2014, so fara vit serliga at seta fokus á virksemi, sum miðlar ella fremur ítøkiliga og brúkiliga vitan. Vit kalla málbólkin vitanararbeiðarin. Vitanararbeiðarin er ein, sum oftast ikki framleiðir eina vøru ella ein lut, men heldur eina tænastu ella nýggja vitan. Hann er eisini forbrúkari av vitan. Soleiðis fara vit at royna at venda okkum til tann meira professionella vitanararbeiðaran.

Hetta skal síggjast aftur á ymiskan hátt, m.a.:

  • Innihald í tiltøkum og val av samstørvum
  • Bókasavnsrúmi við framsýningum og innrætting av fleksiblum arbeiðs- og fundarumstøðum.
  • Tøkni til videofundir, fjarlestur o.tl.

Vitanar-arbeiðarin

Bókasavnið skal bjóða seg fram sum arbeiðspláss hjá vitanararbeiðaranum. Málbólkurin, sum vit kalla vitanararbeiðarin, er ein breiður málbólkur, sum umfatar m.a. lærarar og starvsfólk á skúlanum, lesandi á miðnámi og hægri lærustovnum, fjarlesandi, granskarar, íverksetarar, vinnulívið, sjálvstøðug vinnurekandi, ella einhvør, sum kann fáa gleði av umstøðum og sparring frá bókasavninum. Fólk, sum arbeiða við myndum, ljóði ella teksti á teldu, eru eisini partur av hesum málbólki. Vit vilja skapa kveikjandi umstøður til hugsavnan, arbeiðsfrið og samskifti. Vit ynskja at hesi støðast á bókasavninum fleiri tímar og fleiri dagar á rað, tá serligar uppgávur skulu fáast frá hondini. Tiltøkini fara eisini í stóran mun at vera viðkomandi fyri henda málbólkin.

Hin helvtin av dagsskránni

Hóast bókasavnið hevur valt serliga at arbeiða við vitanararbeiðaranum í 2014, so er bókasavnið framvegis tað almenna rúmi, har borgarin er vælkomin við sínum egnu tiltøkum. Vit leggja sera fegin umstøður og hølir til, um tú ynskir at hava framsýning, fyrilestur, konsert ella annað. Skráin fyri tiltøk á bókasavninum stendur á tveimum beinum, kann man siga. Bókasavnið setir sín part á dagsskránna, og borgarin fyllir hina helvtina út. So hevur tú hug ella hugskot, um at fyriskipa eitt hvørt tiltak, so ert tú framvegis vælkomin at venda tær til bókasavnið.

Fjarlestur ein royndarverkætlan

Vit hava síðani vit lótu alment upp í august 2012 arbeitt við at fáa útgerð og umstøður til videofundir. Ætlanin er at kunna bjóða fundarumstøður og tøkni fram til almenna nýtslu. Nú er útgerðin, sum Runavíkar kommuna hevur keypt frá Sp/f Videofundir komin, og okkara fyrsta roynd er eitt samstarv við Fróðskaparsetrið um fjarlestur. Byrjað verður við eini fýra mánaðar langari royndartíð. Lesandi hava eisini møguleika at sita í Skálavík, Vági og Klaksvík. Fjarlestrarroyndin er ein liður í at arbeiða við okkara máli í 2014, sum er vitan og vitanararbeiðarin.

Mikudagin 5. februar var triði dagur við undirvísing umvegis netið. Og henda dagin bjóðaðu vit drekkamunn og áhugaðum at vitja bókasavnið. Hans Harryson undirvísti á Fróðskaparsetrinum. Samstundis sótu 12 næmingar her við Løkin, umframt nakrir næmingar í Skálavík. Morgunin byrjaði við at Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, segði nøkur orð. Morgunsendingin hjá KVF var til staðar, og ber til at hoyra ljóðbrotið HER.

her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/02/05/undirvsing-um-strskggja-roynd-fyri-fyrstu-fer

Meiningsfult fyri kommununa og bókasavnið

Bókasavnið við Løkin er almenna fólkabókasavnið í Runavíkar kommunu. Fyri at menna eitt so viðkomandi bókasavnstilboð sum gjørligt, eigur man sjálvsagt at taka støði í nærumhvørvinum og m.a. arbeiða við teimum avbjóðingum sum eru her á staðnum. Hóast Runavíkar kommuna liggur mitt í landinum, so er kommunan á mangan hátt ein útjaðari, – eins og alt Føroya land er. Í Runavík er td. ongin rættiligur útbúgvingarstovnur, sum kann bjóða grundleggjandi útbúgvingar ella eftir- og ískoytisútbúgvingar.

Arbeiðsmegin fær alsamt eitt hægri útbúgvingarstøði. Hesi fólk hava ein áhaldandi tørv og eitt ynski, um at dagføra sína vitan og útbúgving. Runavíkar kommuna ynskir sjálvsagt eisini at skapa góð kor fyri henda partin av arbeiðsmegini. Videoútgerðin ger tað betri møguligt hjá borgaranum at vera búsitandi her um leiðir, hóast hann ella hon fer undir útbúgving. Tøknin og umstøðurnar eru væntandi serliga viðkomandi tá samskiftast skal við undirvísaran í sambandi við vegleiðing, próvtøku ella einstakar fyrilestrar.

Eisini virkir og feløg fara at fáa ágóðan av hesi tøkni og umstøðunum á bókasavninum. Nú ber til hjá virkjum ella feløgum at koma á Bókasavnið við Løkin at fundast við sínar samstarvsfelagar, sum kunnu sita hvar sum helst aðrastaðni í heiminum. Soleiðis eru bæði tíð og pengar at spara í mun til um man skuldi ferðast. Ein videofundur er sjálvsagt ikki tað sama sum at hittast andlit til andlit, men hetta er ein góður møguleiki at hava aftrat.

Bókasavnið er sjálvsagdur karmur um hetta virksemi. Endamálið hjá bókasavninum er m.a. at geva atgongd til vitan, at miðla vitan og vera karmur um samskifti. Eisini er bókasavnið staðið, har vitan verður skapt og ment. Við tilboðnum um videofundir vísir bókasavnið á nýggjar arbeiðshættir og mennir sín samfelagsleiklut. Málið er at fáa skapt eitt vitanarumhvørvið har fólk við ymiskum ørindum og frá ymiskari bakgrund meir ella minni tilvildarliga hittast á bókasavninum. Hetta skal vera staðið har tann lesandi hittir umboð frá virkjum, undirvísarin hittir íverksetaran og borgarar annars hittast.

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top