• IMG_0166
  • IMG_0161
  • IMG_0155
  • IMG_0154
  • IMG_0148
  • IMG_0146
  • IMG_0145
  • IMG_0143
  • IMG_0142
  • IMG_0137
  • IMG_0134
  • IMG_0131

28. februar Kim Simonsen og Allan Dalsgarð á bókasavninum

on marts 1 | in Tiltøk | by | with No Comments

Ímyndin av Føroyum og føroyska sjálvsmyndin

Leitanin eftir tí eksotiska og branding

Alment tiltak við tveimum fyrilestrum, kjaki og práti var á Bókasavninum við Løkin hóskvøldið 28. feb. 2013, klokkan 19.00

Hvør er ímyndin av Føroyum? Hvat halda vit sjálvi, og hvat halda onnur um Føroyar, føroyingar og føroyska samfelagið? Hvussu var støðan fyrr, hvussu er hon í dag, og hvussu ynskja vit, at hon skal verða framyvir? Og hvussu kunnu vit vera tilvitað og hava ávirkan á hesar ímyndir?

Hetta eru nakrir spurningar, sum gjølla vóru viðgjørdir á Bókasavninum við Løkin hetta hóskvøld. Tá fingu vit vitjan av tveimum monnum, sum hava vitan og meiningar um evnið. Teir høvdu hvør sítt útgangsstøði í mun til henda spurning.

Kim Simonsen hevur júst latið úr hondum sína Ph.D. ritgerð, sum viðger hetta evni. Allan Dalsgarð er stjóri á Sendistovuni og arbeiðir dagliga við samleika og branding.

Vit vænta tvær framløgur við nógvum áhugaverdum spurningum og greiningum, har áhoyrarin eisini fær hug og høvi at luttaka í kjaki.

Um fyrilesturin hjá Kim Simonsen, Ph.D. Ímyndin av føroyingum og Føroyum er høvuðsevnið í framløguni. Hann spyr m.a. hvussu tann føroyska sjálvsmyndin er skapt? Og hvussu føroyska tjóðin birtist? Í fyrilestrinum verður ávíst, hvussu og í hvønn mun føroyskur samleiki og tjóðskapur er ávirkaður av ferðandi, sum komu til Føroyar. Her verður hugsað um at ferðandi frá eitt nú Onglandi, Amerika, Týsklandi, Frankaríki og nógvum øðrum londum hava ávirkað føroyingar og okkara sjálvsmynd gjøgnum søguna. Her verður serliga tulkað, hvussu hesi sóu føroyingar sum livandi í fortíðini og tískil sum eksotisk. Hvussu eksotisma framvegis í dag er ein stórur partur av sjálvsmynd føroyinga, sum vit síggja aftur í modernaðum lýsingarherferðum, ferðabókum og sjónvarpssendingum.

Um fyrilesturin hjá Allan Dalsgarð, stjóra á Sendistovuni Úr sjónarhorninum hjá einum virki, sum arbeiðir við samskifti og lýsingarherðferðum, vil Allan Dalsgarð tosa generelt um avbjóðingina at branda Føroyar sum ferðamál. Hann kemur inn á spurningar so sum: Hvussu er sambandið millum uppfatanina og kunnleikan til Føroyar og okkara egnu sjálvsfatan og sjálvsvirði? Hvat skal til fyri at seta Føroyar á heimskortið? Hvussu kommersialisera vit produktið Føroyar, uttan at skaða okkara samleika og tað óspilta, unikka, sum vit hava?

Teir umleið 30 áhoyrararnir fingu høvið at seta spurningar og kjakast. Bókasavnið bjóðaði drekkamunn.

Tiltakið var alment og ókeypis.

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top