Liebert

Andreas Liebert á bókasavninum

on oktober 22 | in Tiltøk | by | with No Comments

Mikudagin 23. okt. frá kl. 17 fært tú eina serliga uppliving á bókasavninum. Vit fáa vitjan av einum tónleikara úr Týsklandi, ið fer at spæla nøkur løg av nýggju fløguútgávu hansara. So kom á bókasavnið í morgin og fá tónleik afturvið kaffinum og bókunum! Tað er ókeypis!

Andreas Liebert er týskari og tónaskald. Hann vevur saman tíð, rúm og stað, við sínum tónleiki, og roynir hann við sínum gittara, minimalistiska elektroniska ljóði og rødd, at lýsa tey mongu og óstøðugu stigini í lívinum og at fanga smáu observatiónirnar á vegnum.

Tónleikur hansara sá sítt fyrsta ljós í Lübeck í 2014, tá hann gav sítt fyrsta staklag út, “Tümmler”, og spældi sína fyrstu konsert. So kom gongd í, og gav hann eitt staklag út afturat árið eftir og síðani eina EP, “Durchgelebt”, í 2016. Hesar útgávur førdu til eina rúgvu av konsertum og konsertferðum.

Ávirkaður av Hamburger Schule, skandinaviskum gittartónleiki og Gladbacher list, kemur hann nú, 18. oktobur. út við eini EP afturat. “DUBURG” inniheldur 4 sangir um ymsu skapini av kærleika, pínuna av at missa seg sjálvan, samveruna í at liva í einum samfelag og at koma víðari.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top