Ties ihjel - Sondy Simonsen

Bókaframløga v/ Sondy Simonsen

on august 8 | in Tiltøk | by | with No Comments

Sondy Simonsen ið er fødd og uppvaksin í Klaksvík, fer at hava ein fyrilestur um nýggju bók sína “Ties ihjel” á bókasavninum við Løkin.

Hon greiðir frá um eitt lív við upp- og niðurtúrum. Hvussu hon upplivdi at blíva kynsliga misnýtt og avleiðingarnar av hesum.
Hon fortelur eisini um at hon sum vaksin bleiv diagnostiserað við trimum sálarsjúkum. Men tað mest umráðandi sum Sondy fortelur um, er hvussu tað eydnaðist henni at blíva frísk og liva eitt “vanligt” lív í dag.
Hon valdi at skriva hesa bókina “Ties ihjel” fyri at viðgera tað, hon hevur uppliva í lívið sínum.

Sondy Simonsen vann í 2017 SIND-virðislønina, ið verður givin fyri serlig avrik innan sálarliga heilsu.

Ein drekkamuður verður at fáa, og møguleiki verður eisini fyri at ogna sær bókina og at fáa hana undirskrivaðað.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top