bókakvøld 3

Bókmentakvøld á bókasavninum

on oktober 1 | in Tiltøk | by | with No Comments

Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin fara aftur í samstarv um ein góðan bókavetur.
Vit byrja við einum áhugaverdum kvøldi við bókmentapráti og hugna á Bókasavninum við Løkin. Rithøvundarnir Turid Thomsen og Solby A. Christiansdóttir koma at greiða frá um nýggju bøkur teirra: Stuttsøgusavnið “Í løtuni” og skaldsøguna “Gloymdur”

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við práti og kaffi.
Høvi verður at ogna sær báðar bøkurnar og at fáa tær signeraðar.

Bókakvøldið er ókeypis!

Nærri kunning verður um skránna tá tiltakið nærkast – so set X í kalendaran :)

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top