15328292_10154548006875239_2061852009_n

Desembur á bókasavninum – alt ókeypis

on december 2 | in Tiltøk | by | with No Comments

Í desembur er skráin rúgvusmikil hjá teimum flestu, og nógv er at brúka pengar til. Bókasavnið er, sum altíð, eitt ókeypis tilboð og hevur opið gerandisdagar frá kl 13.00 – 18.00. Í ár hava vit pynta meir enn vanligt, og bjóða eisini ókeypis drekkamunn hvønn dag.

Skriva fyri lívi

Frá 6. til 16. desembur ber til at luttaka í ársins skriviátaki hjá Amnesty. Tilfar liggur á bókasavninum og brøv kunnu skrivast her. Les meira um hetta á: http://marathon.amnesty.fo/

Jólatiltak

Frá 4. til 18. desembur skipar Kunningarstovan í Runavík fyri ymiskum tiltøkum í kommununi. Týsdagin tann 13. desembur verða tey á bókasavninum við hesi skrá:

jól 2016 - Kopi

Mikudag 14. desember er Harriet aftur á bókasavninum frá kl 16.00.

Samlaða skráin kann lesast á facebook har tú leitar eftir ´Kunningarstovan í Runavík´ ella á www.runavik.fo (Gomul jól í Heiðunum).

Verið hjartaliga vælkomin á bókasavnið!
Heilsan Conny og Svend

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top