heimurin id var

Heimurin, ið var

on april 6 | in Breddin, Tiltøk | by | with No Comments

Á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, verður ein spennandi fyrilestur á bókasavninum.
Altjóða bókadagin, 23. apríl, verður sjóneykan sett á bókina “Heimurin, ið var” hjá Stefan Zweig.
Knút Olsen fer at greiða frá um bókina, ferðina, hann gjørdi til Eysturríkis og arbeiðið við at umseta bókina.
Jógvan D. Hansen, heimspekingur, fer at tosa um bókina í einum heimspekiligum ljósi.
Kári Sverrisson fer at spæla nøkur løg.
Ein góður dussur verður sjálvandi eisini at fáa.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top