Eyðun Joensen

Hugleiðingar um góð ellisár 24. nov. kl 14.30

on november 23 | in Tiltøk | by | with No Comments

Einaferð um mánaðin í vetur verða tiltøk fyri eldri borgarar hildin á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Tað er Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu, sum hevur gjørt eitt samstarv við bókasavnið, um at skipa fyri hugnaligum og upplýsandi seinnapartum fyri eldri borgarar. Ætlanin er at ymisk áhugaverd fólk verða boðin inn at hugleiða um ymisk evnir og viðurskiftir, sum viðkoma teimum eldru. Prát og drekkamuður verða eisini í hásæti.

Fyrsta tiltakið í hesi røðini verður nú týsdagin, 24. novembur klokkan 14.30, tá Eyðun Joensen, sálarfrøðingur vitjar og hugleiðir um góð ellisár.

Eyðun, sum nú er farin um tey sjeyti, var fyrsti føroyski sálarfrøðingurin. Hann var í meiri enn tredivu ár í so mongum høpi fremsta umboð fyri sálarfrøðina í Føroyum, og er altíð áhugaverdur at lurta eftir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Bókasavnið bjóðar drekkamunn.

 

(Mynd lænt frá www.in.fo tann 13. aug 2014)

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top