nordisk

Konsert og verkstova fyri børn 28. apríl

on april 20 | in Tiltøk | by | with No Comments

NORDISK NØJ – DET ER FOR BØRN

Fríggjadagin tann 28. apríl bjóðar bókasavnið við Løkin børnum á konsert og tónleikaverkstovu.
Innbjóðing er send til tey elstu børnini í barnagarði og dagrøkt, forskúlabørn og børn í fyrsta flokki í øllum bygdunum í Runavíkar kommunu. Samanlagt eru eini 175 børn boðin við. Haraftrat koma námsfrøðingar, lærarar og onnur starvsfólk. Børnini eru býtt í trý lið og møta tískil ymiskar tíðir.

Heitið á tiltakinum er Nordisk Nøj – Det er for børn, og er hetta eitt tónleikaupplivilsi fyri børn, sum er á ferð í norðurlondum. Tað er danska sangarinnan Lone Werneblad og makkarin Peter Wemö, sum nú eisini vitja Føroyar og bókasavnið við Løkin. Ein føroyskur tónleikari verður eisini við.

Konsertferðin er stuðlað av Nordisk Kulturfond, Kulturkontakt Nord og Den Ingwersenske Fond, umframt av teimum stovnum, sum tey vitja. Endamálið við ferðini er: At vise, at vi er mere ´Ens i Nord end vi tror´, sum tey málbera seg.

Nordisk-koncert-030216-Photos-by-Kim-Matthai-Leland-20-3  17813934_10154928637965239_961045932_n

 

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top