tjaldur-900x444

Kvøldskúlaframsýning við Løkin 12. og 13. mars

on marts 11 | in Tiltøk | by | with No Comments

Í ár verður kvøldskúlaframsýningin á bókasavninum og í Løkshøll. Nýggja lærugreinin í kvøldskúlanum við undirvísing í forritan fyri børn og ung sýnir eisini fram. Á teldum, sum standa frammi á bókasavninum, verður høvið at síggja onkur spøl, sum luttakararnir hava forrita. Haraftrat eru sjálvsagt úrslit frá øllum hinum lærugreinunum við á framsýningini.

Framsýningin er opin leygardag frá kl 14.00 til 19.00 og sunnudagin frá kl 15.00 til 19.00

Hetta er annars almenna skráin Grækarismessudag í Runavík:

Leygardagin 12. mars eru fleiri tiltøk á skránni í Runavík

Kl. 13.00: Grækarismessuhald í Skótahúsinum við Løkin. Terje Beinar Vestergaard, býráðslimur, flytir fram røðu. Hornorkestrið spælir, og drekkamuður og kaka verður at fáa.

Kl. 14.00: Kvøldskúlaframsýningin verður sett í Skúlanum við Løkin. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, setur framsýningina. Hornorkestrið spælir, og drekkamuður og kaka verður at fáa.

Kl. 15.00: Støkk hevur fimleikaframsýning í Bylgjuni. Atgongumerkir fáast við dyrnar.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top