Ø og Tey ósjónligu.

Lesiringur 28. feb. kl. 19.00- 21.00 á Toftum

on februar 15 | in Tiltøk | by | with No Comments

Lesiringurin er komin væl í gongd í hesum nýggja árinum. Fyrsta kvøldið var tann 17. januar tá 17 luttakarar møttu við Løkin.

Næstuferð møtast vit tann 28. februar kl. 19 – 21 á bókasavninum í Nes kommunu – í Tofta skúla.

Ætlanin fyri komandi ferðir sær higartil soleiðis út:

28. februar á Toftum:

Ø – Siri Ranva Hjelm Jacobsen (skrivað á donskum)
Tey ósjónligu – Roy Jacobsen (týdd úr norskum)

4. apríl við Løkin:

Higartil er bert Bommhjarta hjá Jóanes Nielsen komin á listan.
Hetta er framhald av Brahmadellarnir, sum nøkur fyrr hava lisið. Hini hava nú tíð at lesa Brahmadellarnir áðrenn Bommhjarta verður á skránni.

16. mai á Toftum:

Bøkur ikki ásettar enn.

 

Í løtuni er skipanin soleiðis, at lesararnir skaffa bøkurnar sjálvi, td. soleiðis:

• Læna frá almennu bókasøvnunum í Føroyum: www.bokasavn.fo. (Tó hevur Býarbókasavnið í Havn hesa adressu: www.bbs.fo).

• Læna frá vinum ella kenningum.

• Keypa frá bókahandlum ella e-bókahandlum.

Nýggir lesarar vælkomnir

Lesiringurin er stovnaður á heysti 2013, sum eitt samstarv millum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin. Lesiringurin møtist uml 6. hvørja viku í vetrarhálvuni, og vanliga verður tosa um lisnar bøkur afturvið einum drekkamunni. Øll eru vælkomin at luttaka og tað er ókeypis. Vanliga møta millum 10 og 15 luttakarar og bókasøvnini skiftast um at vera vertir.

Nýggir luttakarar kunnu seta seg í samband við Bókasavnið við Løkin, m.a við telduposti: svend@runavik.fo.

Vinarliga heilsan
Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top