Lesiringurin á Skálafjørðinum

Lesiringurin 2017-18, byrjar 3. okt. kl 19.00.

on september 26 | in Tiltøk | by | with No Comments

Nú er tíð at fara í gongd aftur at lesa. Hetta er fimti veturin hjá lesiringinum, sum byrjaði í 2013. Hesuferð er ætlanin at møtast aðruhvørja ferð týskvøld og hóskvøld kl 19.00 – 21.00. Fyrsta kvøldið verður tann 3. oktobur á Bókasavninum í Nes kommunu (Tofta skúli). Og nýggir luttakarar eru sera vælkominr.

Fá ávirkan á skránna.

Hetta fyrsta kvøldið verður tosað breitt um hvat vit hava lisið í summar, og hvat vit kunnu viðmæla øðrum at lesa. Vit fara at savna uppskot um bøkur at lesa í vetur, og tit eru vælkomin at taka bøkur við at viðmæla.

Fyrr hava vit tosað um at býtt okkum í tveir ella tríggjar lesibólkar við serligum tema, har bøkur t.d. frá ávísum tíðarskeiði, av ávísum rithøvundi ella úr ávísum londum verða lisnar. Eitt dømi, sum vit fyrr hava tosað um, er at ein bólkur burturav lesur bøkur hjá Williami Heinesen. Eitt annað dømi kundi verið at lisið krimi burturav. Eisini ber til at lesa t.d. sjálvsævisøgur ella fakbókmentir. Hetta avgerða tit sum luttaka.

Vanliga hava vit tvær ymiskar bøkur á skránni hvørja ferð, har man velur at lesa tí einu. Øll uppskot og ynskir um bøkur at lesa eru vælkomin. Møtið á Toftum tann 3. oktobur og fái ávirkan á skránni henda veturin.

Skráin

  • Týskvøld 3. okt. á Toftum.
    • Hugni, prát og fyrireiking.
  • Hóskvøld 16. novembur í Runavík.
  • Týskvøld 9. januar á Toftum.
  • Hóskvøld 22. feburar í Runavík.
  • Hóskvøld 5. apríl á Toftum.
  • Týskvøld 15. mai í Runavík.

Lesiringurin er eitt samstarv millum Bókasavnið í Nes Kommunu og Bókasavnið við Løkin. Tey seinnu árini hava vit vanliga verið 10-15 luttakarar hvørja ferð. Nýggir lesarar eru altíð vælkomnir við. Og luttøka er ókeypis.

Skaffa bøkur

Til nýggjar luttakarar kann upplýsast, at í løtuni er skipanin soleiðis, at lesararnir skaffa bøkurnar sjálvi, t.d. soleiðis:

• Læna frá almennu bókasøvnunum í Føroyum: www.bokasavn.fo. (Tó hevur Býarbókasavnið í Havn hesa adressu: www.bbs.fo).

• Læna frá vinum ella kenningum.

• Keypa frá bókahandlum ella e-bókahandlum.

- Tó kemur fyri at bókasøvnini keypa nøkur eintøk av ávísum bókum, so lesiringurin kann læna hesar.

 

Vónandi møta vit aftur fjølment til lesiringin í ár!

Vinarliga heilsan

Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin

Søs, Lis, Conny og Svend.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top