Lesiringur 4. apríl 2017

Lesiringur 16. mai kl 19.00 – 21.00 við Løkin

on maj 10 | in Tiltøk | by | with No Comments

Vegna vánaligar veðurforsøgnir møttist lesiringurin ikki, sum ætlað tann 4. apríl. Í staðin møtast vit aftur tann 16. mai – aftur á Bókasavninum við Løkin. Tað er samstundis seinasta ferðin áðrenn summarsteðgin.

Tað var eitt hugnaligt og gott kvøld seinast, tá lesiringurin møttist á Toftum tann 28. februar. Tá varð eisini avgjørt, at hava tvær bøkur á skránni til næstuferð, sum verður tann 4. apríl á Bókasavninum við Løkin.

Bøkurnar næstuferð eru:

Bommhjarta hjá Jóanes Nielsen. Hetta er framhald av Brahmadellarnir, sum nøkur fyrr hava lisið.

Stjørnustundir í Skugga hjá Høgna Debes Joensen. Sprotin hevur eina stutta grein um bókina.
Les her: http://sprotin.fo/?p=newsgroup&_sp=newsarticle&_NewsarticleId=603&l=fo

Bókin kann lænast:

Bókasavnið við Løkin hevur keypt 5 eintøk av hvørjari bók, sum lesarar í lesiringinum kunnu læna. Tað er sjálvsagt ikki nóg mikið til øll, so tað er gott um onkur eisini roynir at læna aðrastaðni frá ella keypa sjálvi.

Í løtuni er skipanin soleiðis, at lesararnir skaffa bøkurnar sjálvi, td. soleiðis:

• Læna frá almennu bókasøvnunum í Føroyum: www.bokasavn.fo. (Tó hevur Býarbókasavnið í Havn hesa adressu: www.bbs.fo).

• Læna frá vinum ella kenningum.

• Keypa frá bókahandlum ella e-bókahandlum.

Nýggir lesarar vælkomnir

Lesiringurin er stovnaður á heysti 2013, sum eitt samstarv millum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin. Lesiringurin møtist uml 6. hvørja viku í vetrarhálvuni, og vanliga verður tosa um lisnar bøkur afturvið einum drekkamunni. Øll eru vælkomin at luttaka og tað er ókeypis. Vanliga møta millum 10 og 15 luttakarar og bókasøvnini skiftast um at vera vertir.

Nýggir luttakarar kunnu seta seg í samband við Bókasavnið við Løkin, m.a við telduposti: svend@runavik.fo.

Vinarliga heilsan
Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top