lesiringur

Lesiringurin góða undirtøku – Les skránna her

on oktober 5 | in Breddin, Tiltøk | by | with No Comments

Uppmøtingin var góð á Toftum týskvøldið 3. oktobur tá lesiringurin fór undir sín fimta lesivetur. Tað er hugaligt at nýggir lesarar eisini komu við. Vit 14, sum møttu, tosaðu um lisnar bøkur, og um hvørjar bøkur kundu verið áhugaverdar at lisið henda veturin.​

Avgjørt var aftur í ár at hava tvær bøkur á skránni hvørja ferð. Henda veturin ætla vit, at tann eina bókin hvørja ferð er ein hjá Williami Heinesen. Sostatt er møguleiki hjá teimum, sum hava hug, at koma ígjøgnum fleiri bøkur hjá Heinesen. Hini lesa aðrar áhugaverdar bøkur, sum vit semjast um.

Bøkurnar til komandi ferð – tann 16. novembur - eru:
  • Kantate hjá Kristín Marja Baldursdóttir.
  • Moder syvstjerne hjá William Heinesen.

Bøkurnar kunnu lænast ella keypast.

Moder Syvstjerne
Vit fáa lænt fleiri eintøk av Moder Syvstjerne frá  Námi í Havn. Ein av komandi døgunum ber til at koma á bókasavnið við Løkin og læna eintak av hesari.
Kantate
Vit fáa skaffa eini 4-5 eintøk av bókini, sum tit eru vælkomin at læna av Bókasavninum við Løkin.
Annars er hetta vanliga mannagongdin tá vit skaffa bøkur
Til nýggjar luttakarar kann upplýsast, at í løtuni er skipanin soleiðis, at lesararnir skaffa bøkurnar sjálvi, t.d. soleiðis:
• Læna frá almennu bókasøvnunum í Føroyum: www.bokasavn.fo. (Tó hevur Býarbókasavnið í Havn hesa adressu: www.bbs.fo).
• Læna frá vinum ella kenningum.
• Keypa frá bókahandlum ella e-bókahandlum. 
- Tó kemur fyri at bókasøvnini keypa/læna nøkur eintøk av ávísum bókum, so lesiringurin kann læna hesar.
 

Dato fyri veturin 2017-18 eru hesi:

  • Týskvøld 3. okt. á Toftum.
  • Hóskvøld 16. novembur í Runavík.
  • Týskvøld 9. januar á Toftum.
  • Hóskvøld 22. feburar í Runavík.
  • Hóskvøld 5. apríl á Toftum.
  • Týskvøld 15. mai í Runavík.
Vónandi møta vit aftur fjølment til lesiringin í ár!
 
Vinarliga heilsan
Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin
Søs, Lis, Conny og Svend.
Pin It

Comments are closed.

«

Scroll to top