Óendalig vera

Rithøvundavitjanir 18. okt. og 29. nov. (lesiringurin)

on november 28 | in Tiltøk | by | with No Comments

Felags lesiringurin hjá Bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin byrjar nú aftur eftir summarsteðgin.

hon-sum-róði   Óendalig vera

Fyrsta kvøldið verður týskvøldið 18. oktobur klokkan 19.00 á Bókasavninum við Løkin.

Byrjað verður við rithøvundavitjan, har Rakel Helmsdal kemur at greiða frá sínum rithøvundavirksemi og virðisløntu bók síni Hon, sum róði eftir ælaboganum.
Í summar fekk Rakel handað virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri hesa skaldsøgu. Hóast virðislønin er fyri ungdómsbókmentir, so er bókin líka áhugaverd fyri vaksin at lesa. Bókin hjá Rakel, sum skal lesast til hetta fyrsta kvøldið, kann lænast á bókasavninum við Løkin, sum hevur opið gerandisdagar frá kl 13 til 18.

Næsta kvøldið verður týskvøldið tann 29. novembur á Bókasavninum í Nes kommunu.

Tá fáa vit eisini áhugaverda vitjan, tí Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur hevur játtað at vitja okkum hetta kvøldið. Marjun hevur júst givið nýggja bók út, vit heitinum Óendalig vera. Hesa bók lesa vit til tann 29. novembur. Á Bókasavninum við Løkin hava vit fleiri eintøk av bókini, sum luttakararnir kunnu læna.

Lesiringurin er stovnaður á heysti 2013, sum eitt samstarv millum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin. Lesiringurin møtist uml 6. hvørja viku í vetrarhálvuni, og vanliga verður tosa um lisnar bøkur afturvið einum drekkamunni. Øll eru vælkomin at luttaka og tað er ókeypis. Vanliga møta millum 10 og 20 luttakarar og bókasøvnini skiftast um at vera vertir.

Nýggir luttakarar kunnu seta seg í samband við Bókasavnið við Løkin, m.a við telduposti: svend@runavik.fo.

Vinarliga heilsan
Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top