56173161_379943225930584_2650114668399427584_n

Ljós og litir á bókasavninum við Løkin

on april 8 | in Breddin, Tiltøk | by | with No Comments

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu verður framsýning í Bókasavninum við Løkin, við staðkendum listafólkum, umframt Arnholdi Vegghamar sum sernavni.
Til ferniserningina, sum verður týskvøldið 23. apríl, kl. 19, framførir Hanus G. Johansen nøkur av sínum løgum.

Stutt um listafólkini:
Oggi Lamhauge (f. 1971) er útbúgvin grafikari á Listaháskúla Íslands árini 1993-1997, og hevur sýnt fram her á landi og uttanlands. Hann hevur saman við øðrum gjørt prýðisuppgávur og hevur eisni gjørt altartalvuna í Hattarvíkar kirkju, ið varð handað kirkjuni í 2001. Hann gjørdi verkætlanina Ringrás, sum varð ein umhvørvis- listarlig (LandArt) verkætlan, sum innihelt eitt verk um mánaðin í eitt ár í ávísum innandura rúmum. Listamaðurin hevur umframt hetta fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og av somu grund gjørdi Kringvarp Føroya eina portrett sending (Ringrás) um listamannin og listarliga virksemi hansara.
Beinta D. Kollslíð (f. 1978) fór av álvara at mála í endanum á tannárunum. Hon fór á listaháskúla í 1998, og tók eitt skeið við myndlist, leiri og graffiki á linju. Beinta hevur fingist einamest við at mála og hevur hon verið við á framsýningum ymsastaðni í landinum. Nevnast kann, at hon hevur listprýtt økið á G-festivalinum. Eisini hevur hon gjørt glarlistina, sum hongur í Føroya Tele bygninginum á Saltangará. Torført er at lýsa stílin hjá Beintu, tí hann fevnir víða, men sigast kann, at listin ber brá av hálvfigurativum og hálvabstraktum myndevnum, og at eitt, sum eyðkennir hana, er litbreiddin og litspælið.
Marita Vestergaard (f. 1993) er frá Saltangará. Marita hevur málað og teknað síðani hon var barn. Tað hevur altíð fallið henni lætt at mála og tekna. Við árunum er tørvurin á at vera skapandi alsamt vaksin. Hon er útlærd blómudekoratør, og fæst dagliga við at evna, dekorera og brúka sínar listarligu gávur. Tað henni serliga dámar við at evna listarlig verk, er, at hon á tann hátt kann lýsa kenslur og støður, ið ikki altíð eru so einfaldar at seta orð á. Á hendan hátt kennir hon eisini, at hon kann røkka øðrum menniskum á ein serstakan hátt.
Amy Hansen (f. 1976) varð útlærd í 2003 innan foto. Amy hevur fyri tað mesta arbeitt sjálvstøðug og hevur egið studio í Niels Finsensgøtu í Havn. Hon arbeiðir mest við portrettum og hevur nú sína fyrstu framsýning við fotomyndum.
Við hesi framsýning ynskja luttakararnir at seta fokus á ljós og litir, og kensluspælið, ið verður vakt av teimum.

Hjartaliga vælkomin á framsýningina!
Opið verður soleiðis: yrkadagar frá kl. 13-18 og leygardagin frá kl. 10-16

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top