Ludo_Mynd_WF-H_680px

LUDO við Løkin. 23. okt kl 19.00

on oktober 21 | in Tiltøk | by | with No Comments

Fríggjakvøldið 23. oktobur kl 19.00 verður høvið at síggja nýggjasta filmin hjá Katrini Ottarsdóttir LUDO í Løkshøll.

Filmurin er 71 minuttir langur og hevði frumsýning í 2014, men hevur ikki verið vístur í Løkshøll fyrr. Filmurin verður vístur í sambandi við Mentanarvikuna Skýming, sum er í Runavíkar kommunu í hesum døgum. Og tað er Bókasavnið við Løkin og Løkshøll, sum í samstarvi vísa filmin.

Katrin Ottarsdóttir er undangongufólk í føroyskari filmsframleiðslu, og hevur leikstjórna fleiri filmar. Í 1989 gjørdi hon tann fyrsta føroyska spælifilmin við heitinum Atlantic Rhapsody. Ein annar kendur filmur hjá henni er road-filmurin Bye Bye Bluebird, sum hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum í 1999.

Filmurin LUDO, sum er frá 2014, verður at síggja í Løkshøll fríggjakvøldið 23. oktobur kl 19.00. Hetta er ein psykologiskur spenningsfilmur um eina 11 ára gamla gentu, sum er í eini tvístøðu millum sína sálarliga sjúku mammu við skiftandi sinnalagi, og ein pápa, sum er vælmeinandi men passivur. Í einum hóvligum, hypnotiskum tempo og við einum sera ekspressionistiskum stíli tekur filmurin áskoðararnar við á eina ferð inn í kjarnuna av einum ófjálgum heimi við innistongdari ræðslu.

Høvuðsleiklutirnar hava Lea Blaaberg, Hildigunn Eyðfinsdóttir og Hjálmar Dam. Herfyri var Hjálmar á palli í Løkshøll í sjónleikinum Veitslan, sum fekk avbera góð ummælir. Nú er so høvið aftur at síggja Hjálmar í Løkshøll. Hesuferð tó á stórskíggja.

Tónleikin hevur Sune Køter gjørt, og stílfullu scenografiina hevur Edward Fuglø gjørt.

Atgongumerkir á kr 80,- fáast við dyrnar.

Café á bókasavninum er opin áðrenn og eftir filmin.

 

Her kanst tú síggja brot úr filminum:

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top